Sagt verður, at tað allarfyrsta, ið ”letur lív” í vápnastríði millum lond og ríki, er sannleikin.
Stríðið millum Ísrael og Hamas er neyvan undantikið hesi útsøgn.
Vit munnu øll harmast um hvørt einasta mannalív, ið verður týnt í hesum syndarliga stríði í Miðeystri, bæði millum fólkið í Gaza og í Ísrael.
Tá ið útvarpið í tíðindasendingum í morgun 20. mai umrøddi hetta stríðið, var nevnt, at 63 børn høvdu latið lív í Gaza. Men einki varð nevnt um hvussu mong børn í Ísrael høvdu latið lív av teimum túsundtals rakettunum, sum Hamas-stýrið hevur skotið inn í ísraelskar býir.
Hví verður bert barnatalið í Gaza nevnt – og ikki í Ísrael?
Svarið er helst, at tíðindini koma frá útlendskum tíðindastovum, ið hava Hamas-stýrið sum keldu. Tí verða børnini í Ísrael ikki nevnd. Hetta eigur okkara fremsti tíðindaberi, útvarpið, at hugsa um áðrenn tíðindi úr útheiminum verða skrivað og send føroysku lurtarunum.
Tað er heldur einki dulsmál, at hundraðtals Hamas-rakettir ongantíð røkka inn í Ísrael, men detta niður yvir teirra egna fólk og Ísrael fær skyldina fyri at gazaborgarar doyggja, sum ein fylgja av hesum.
Vit eiga ikki at gloyma, at tað var Hamas-stýrið, sum byrjaði stríðið við at senda rakettir inn í Ísrael, umframt at teir í mong ár, við millumbilum – hava sent rakettir inn í býir í suður-Ísrael.
Vit munnu vóna og biðja um, at hetta stríðið endar skjótt og at bæði íbúgvar í Gaza og Ísrael – børn og vaksin - kunnu liva í friði hvør við annan í framtíðini.
Men við Hamas-stýrinum í Gaza við ræði, tykist hetta ein hvørvisjón.
Svenning av Lofti
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo