Útstykkingin við Stóraklett í Sandavági er byrjað, tann snotuliga og gjøgnumførda útstykkingin, er projektera av Westtech úr Sørvági.
At byrja við eru 11 grundstykkir boðin út og øll seld. Útstykkingin hevur íalt 35 grundøkir, í teimun reyðu, gulu og bláu økjunum á myndini. Væl gjøgnumtonkt og atlit eru tikin til nátturuna, lendi og áirnar.
Havi lisið meg fram til at ætlanin er at fara norð aftur í Sarpar at útstykka grundøkir, tá útstykkingin við Stórklett er liðugt bygd.
Beint heimanfyri Stóraklett liggja húsini ótøtt og vit hava eina líknandi støðu, sum inni í Miðvági, við Tvørgarð og á Ryggi.
Ein kendur miðvingur í Sandavági tók til um støðuna, at miðjan í Miðvági var blivin so smøl, at sjálvt Twiggy hevði verið errin av henni, nakað líknandi er galdandi her í Sandavági, við Kongsgil, í Ongjartoftum og niðan eftir Traðarvegnum, húsini standa ótøtt og her manglar okkurt.
Hetta er eisini av besta byggilendi og liggur sera væl fyri, tá ein tonkur uppá heildamyndina av bygdini. Samstundis er sólargangurin rættuliga góður her.
Tí meini eg at, at tey á myndini merktu grønu økini vera tey næstu, sum verður útstykka á. Við hesum verður tað tættari ímillum húsini og kemur at gera bygdina vakrari, og kemur samstundis at gera økið meira kompakt og tiltalandi trivnaðarliga.
Við hesum sum ætlan, verður neyðugt at gera broytingar í byggisamtyktini fyri Vága Kommunu.
Myndina eigur Reidar Simonsen
Ein sterkan Nýgga Lista inn í býráði í Vága Kommunu, so skal okkurt spyrjast burtur úr hesum.
X við Lista V – Ein sterk eind – Vælferð, Ábyrgd, Gróður, Atlit.
Jan Erik Simonsen, valevni á Nýgga Lista, lista V til býráðsvalið í Vága Kommunu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo