Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Áhugin fyri konsertini hjá Uriah Heep í Føroyum er so stórur, at nú slakar tríggjar vikur áðrenn konsertina eru øll atgongumerkini seld.

Konsertin við Uriah Heep verður í Dansifrøi í Havn leygarkvøldið 22. september.

Uriah Heep er bretskur rockbólkur, sum vann fram í sjeytiárunum, og sum framvegis ferðast víða kring heimin at spæla konsertir. Tónleikurin hjá Uriah Heep hevur verið væl umtóktur í Føroyum, og nú bólkurin fer at hava sína helst seinastu konsert í Føroyum, er stórur áhugi fyri at sleppa at uppliva teir.

Uriah Heep hevur spælt tríggjar ferðir í Føroyum áður. Teir høvdu tvær konsertir í Føroyum í 1988 og eina í 1990. Uriah Heep gevur stutt fyri konsertina í Føroyum út nýggja plátu. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo