Nakrir úlendingar eru meldaðir fyri at ganga túr í føroysku fjøllunum uttan fyrst at biðja um loyvi.
Teir fóru til gongu í Kallsoynni, men blivu meldaðir, og av tí at hetta er fyrsta málið av sínum slagi hevur politiið fyribils givið teimum sektaruppskot um at gjalda 1.000 krónur í part í bót. Vilja teir ikki gjalda, fer málið í rættin.
Talan er sum skilst um fimm mans.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo