Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Útflutningurin av fiskavørum vaks 2,4 milliardir krónur í 2022 í mun til 2021. Hetta er ein 26% vøkstur í útflutningsvirðinum. Útflutta nøgdin minkaði 6%.

Tað er vøkstur í flestøllum vørubólkum, og er tað serliga útflutningurin av laksi, sum ger mun. Har er vøksturin 1,1 milliard krónur. Útflutningvirðið av sild er minkað við 143 milliónum krónum, ella 19,3%. Hetta stavar í høvuðsheitum frá, at nøgdin av útfluttari sild minkaði 30,8%.

Vøkstur í útflutninginum til Amerika
Asiatiski og Amerikanski marknaðirnir eru lutfalsliga vaksnir mest, har útflutningsvirðið er hækkað ávikavist 72% og 63% í 2022. Mesti vøksturin stavar frá laksaútflutninginum. Útflutningurin til Asia er nú næstan á sama støði sum í 2019, meðan útflutningurin til Amerika er tvífaldaður seinastu árini. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo