Leygarkvøldið 22. september spælir bretski rockbólkurin Uriah Heep í Føroyum. Hetta verður helst seinastu ferð, at væl umtókti bólkurin spælir sínar bestu sangir á føroyskum palli.
Áhugin fyri konsertini hevur verið sera stórur, og fyri nøkrum døgum síðani var útselt til konsertina, sum skuldi vera í Dansifrøi í Havn.
Síðani hava fyrireikararnir fingið nógvar fyrispurningar um atgongumerki, og fólk hava eisini umvegis Facebook og netið roynt at fingið hendur á atgongumerkjum til forvitnisligu konsertina.
Tí hava fyrireikararnir avgjørt, at konsertin verður flutt í Høllina á Hálsi í Havn, har tað rúmast fleiri fólk. Konserttíðin verður tann sama.
Atgongumerki til konsertina fáast - trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo