Og tá runnið var á mál í Tingakrossinum í 1959 filmaði Gunnar Gunnarsson (1916-1992) løtuna
Hvannrók: Í skótahúsinum hjá SSB við Havnará kanst tú síggja tveir áhugaverdar tingakrossar, sum boða frá áhugaverdari søgu. Orðið tingakrossur sæst í eldri sagnum, har kongur sendir boð kring landið til tess at boða frá, nær vártingið skal vera í ymsu sýslunum.
Tá vóru jú ikki møguleikar at geva boð frá sær sum í dag. SSB skótar skipaðu í 1943 og 1959 fyri tingakross-renning úr Tjørnuvík til Havnar.
Tingakrossurin er opin innan og kann latast upp, tí har liggja skrivaðu boðini. 50 skótar runnu tingakross-renning í 1943 og 66 skótar runnu í 1959.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo