Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað eru 3 ár síðani, at Uni Debess gav út fløguna ”Blue Buzz”, og nú er hann aftur klárur við eini útgávu. Hesaferð er tað eitt staklag við heitinum ”Sugar Mama”.

Spurdur, hvaðani íblásturin til hetta lagið er, svarar Uni:

“Tónasmíðið er Blues / Rock. Eg vil siga, at tónleikurin frá 60 – 70’unum hevur verið ein stórur íblástur til, hvussu eg leiti eftir ljóði, og hvussu eg geri løg, og so er tað ikki frítt, at Jimi Hendrix hevur verið ein íblástur til gittarspælið hjá mær og yvirhøvur til, hvussu eg eri sum tónleikari. Hetta sæst so eisini aftur í hesum lagnum.

Teksturin til hetta lagið er um ótollyndi móti ymiskum minnilutabólkum í samfelagnum, sum verða kúgað, tí tey ikki passa inn í normarnar, sum samfelagið setur, hvussu vit skulu vera og uppføra okkum.

”Sugar Mama” er ein partur av eini fløgu, sum kemur út seinni í ár og sigast kann, at dámar tær 60 – 70’ara Blues / Rock, so kanst tú gleða teg til hesa fløguútgávu.”

Lagið ”Sugar Mama” kann hoyrast á iTunes og Spotify.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo