Platform toymið: Platform sá dagsins ljós eftir teenstreetleguna, sum var hildin í Sørvági á sumri í 2020. Í eina tíð frammanundan, høvdu fólk úr ymiskum samkomum í Vágum sæð ein tørv á at gera nakað fyri ungdómin í Vágum.
Gjøgnum fyrireikingarnar av leguni, og undir leguni, birtist Platform sum hugskot. Korona farsóttin var í sínari byrjan tá, so Platform varð føtt undir serligum og truplum umstøðum. Men sæð í baksýni, virkaðu hesar umstøður meir til fyrimun enn vansa fyri Platform.
Platform hevur nú koyrt í tvey ár. Eitt ár undir strongum korona avmarkingum, og eitt ár har avmarkingar spakuliga eru tiknar av og onnur tiltøk eru farin í gongd aftur. Tað broytir so eisini fortreytirnar fyri Platform.
Vága kommuna hevur víst stóra vælvild og hýst Platform í Bygdarhúsninum í Miðvági. Somuleiðis hevur Platform møtt vælvild frá einstakligum, samkomun og ikki minst Giljanes Bussum við sera lagaligum leigutreytum.
Í vetur er ætlanin, at Platform skal skiftast ímillum ymisk samkomuhús í Vágum, og eisini í Bygdarhúsinumí Miðvági. Tað verður framvegis Platform toymið, sum skipar fyri og hevur ábyrgd.
Við hesum ynskja vit at koma runt oynna, byggja brýr millum fólk við felags áhuga, kristna felagsskapin og ungdómin.
Umhvørvið á Platform er rús- og roykfrítt. Platform er fyri tannáringar og eldri, men tað eru altíð fleiri vaksin tilstaðar á Platform.
Vit gleða okkum til enn ein vetur við Platform og vóna at síggja fleiri ung á Platform.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo