Undirsjóvar telekaðal millum Svøríki og Estland er skaddur, upplýsa svenskir myndugleikar á tíðindafundi, skrivar TV 2.
Sagt verður ikki, hvør orsøkin er, men skaðarnir eru helst komnir um somu tíð sum ein gassleiðing varð skadd millum Estland og Finnlands fyri viku síðani.
- Talan er ikki um totalt kaðalslit, men skaða, sigur svenski ráðharrin Carl-Oscar Bohlin, sambært SVT.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo