Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tá eg sá og hoyrdi nýggja sangin, sum Nomi og fleiri við henni hava lagt úr hondum, er tað fyri meg og mong ikki sørt sorgblítt, men eisini ein virðilig minning um okkara kæra vin, Eli Andrésen, sála.

Eli fór brádliga frá okkum og vit stóðu bara spyrjandi, hví hetta skuldi verða so, men harðast var hetta fyri familjuna, sum mátti fáa ein gerandisdag – har teirra maður og pápi manglaði.

Eli var eisini sangari í okkara bólki Te Deum, har vit bara kunnu minnast aftur á sera góðar og gevandi tíðir, og vit bara kundu taka ímóti teimum gávum, sum hann kundi oysa av.

Nomi hevur við hjálp frá góðum fólki fingið sett henda frálíka sangin upp, har hon sera inniliga sigur frá, hvussu nógv hon saknar sín pápa, sum hon mátti liva lív sítt uttan.

Eg merki bara hesa inniliga bønina og tøkkina, sum hon eftir hesi mongu árini vil luta til okkara, tí tónleikur og góður tekstur kann sanniliga geva eina sálarliga ró, sum eg siti eftir við.

Martin Joensen er komin sera væl frá orðsetingini, sum júst gevur hetta inniliga, sum ein slíkur sangur skal, tí eg ivist onga løtu í, at fyri Nomi og hennara, er hetta teirra máti at minnast og goyma.

Tað er onki at taka seg aftur í, at Nomi hevur arvað ein sangskatt, sum hon síðani í mongum ymsum høpi, hevur ríkað okkum við.

Sera gott val, at hava fingið góð fólk við til tónleikaliga partin, tí vit kenna Jákup Zachariassen frá mongum og hava hann og Filip Zachariassen fingið sett eitt lag, sum hóskar sera væl til skrivaða tekstin!

Eisini er Jákup komin sera væl frá framleiðsluni, tí eg siti við eini kenslu, at hetta skal fara upp í eina hægri eind og vera eymt og følsamt.

Tónleikarar:

  • Trummur: Jósva Debes

  • Bassur: Eyðun Johannesen

  • Akk. guitar‚ el guitar & steel guitar: Jákup Zachariassen

  • Keyboard: Regin Guttesen

  • Kór: Eva Andresen og David Andresen

Alt sera væl úr hondum greitt.

Óli Poulsen hevur meistarliga tikið sær av mixingini og mastringini.

Eg siti við eini góðari og rørandi kenslu um ein vin, sum fór heim undan okkum og vit skulu møta aftur.

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo