Umhvørvisstovan: P/F Luna ætlar at seta sólorkuskipan upp á tekjuna á smoltstøðina á Fútakletti.
Sólorkuskipanin verður uppbygd av 6.000 sólpanelum upp á tilsamans 15.000 fermetrar.
Samlaði framleiðslumátturin verður uml. 2.500 kW, og samlaða elframleiðslan væntandi uml. 1.300.000 kWt um árið.
Sambært §16 í elveitingarlógini skal umhvørvisárinsmeting gerast og góðkennast, áðrenn loyvi til framleiðslu av ravmagni verður givið.
Í árinsmetingini skal verða mett um, hvørjar møguligar fylgjur ætlaða virksemið kann hava fyri náttúru og umhvørvi.
Áðrenn árinsmetingin verður viðgjørd, skulu viðkomandi myndugleikar, stovnar, áhugafeløg og almenningur hoyrast.
Freistin til at koma við viðmerkingum er týsdagin 4. apríl 2023.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo