Á donskum festivalum fara teir at brúka dronur í summar, til tess at geva gestunum eina víðkaða uppliving, og møguliga verður tað eisini nakað sum Summarfestivalurin fer at royna.
Tað sigur Erik Biskopstø, fyriskipari av Summarfestivalinum, við VP.
Erik Biskopstø sigur, at teir hava ikki brúkt dronu av einum serligum máli í Klaksvík, tá ið Sea Shepherd meldaði ein persón sum hevði tikið myndir við dronu, og so er tann føroyska lóggávan á økinum nakað strang júst av Sea Shepherd.
- Men vit fara at kanna málið nærri, um møguleikan at brúka dronu, sigur hann.
Sambært DR.DK, so fara fleiri festivalar í Danmark at brúka dronu í summar, millum annað Northside og Tinderbox.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo