Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í sambandi við at bókin Gud fyri skotum eftir John Lennox verður givin út á føroyskum mánadagin 26. mars, skipa KFS og Sprotin fyri orðaskifti í Reinsarínum í Havn um ein av høvuðsspurningunum í bókini: "Kann menniskjan vera góð uttan Gud?"

Í bókini brúkar John Lennox nógv pláss til at viðgera moralskar spurningar, tí at nýateistiski kritikkurin av kristnu trúnni serliga snýr seg um júst hetta. Men Lennox setur spurnartekn við, hvussu nýateistarnir kunnu føra moralskan kritikk, tá teirra ateisma í hansara eygum ikki tykist hava nakað moralskt grundarlag at standa á. Sum kendi russiski rithøvundin Fjodor Dostojevski segði: “Um Gud ikki er til, er alt loyvt.” Hinvegin vilja nýateistarnir vera við, at Gud ikki er neyðugur, fyri at menniskju kunnu tosa um rætt og skeivt, gott og ónt.

Tað vera Arni Zachariassen, gudfrøðingur, og Rói Patursson, heimspekingur, sum fara at skifta orð um henda týðandi spurning. Fyrst hava teir hvør sítt upplegg, og síðan fáa teir møguleika at kritisera uppleggið hjá hvør øðrum. Eftir tað fáa áhoyrararnir eisini høvi seta spurningar, samstundis sum Arni og Rói eisini kunnu seta hvør øðrum spurningar.  Orðstýrari verður Kári Sólstein.

Tiltakið byrjar kl. 19 og varir smáar tveir tímar. 

Sí tiltakið á Facebook: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo