- Vit arbeiða við ymiskum ætlanum, men í fyrstu atløgu verður talan um eitt vanligt flakavirki, sigur Tummas Henriksen, reiðari, við VP.
Tað er felagið Sp/f Mykines sum eigur bygningin í Miðvági, og var bygningurin keyptur í mai í fjør.
Síðani er eitt ávíst umvælingararbeiði farið fram, og Tummas Henriksen metir, at um 3-4 vikur verður klárt at taka móti fyrstu lastini av botnfiski.
Spurdur, hvussu nógv fólk fáa arbeiði á virkinum, sigur reiðarin, at hann vónar at eini 20-30 fólk fara at fáa arbeiði.
Tóat virkið ikki hevur fingið nakað alment navn enn, so fer tað framhaldandi at eita Snarfrost, sigur Tummas Henriksen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo