Eftir at hava verið á odda tað mesta av dystinum, mistu føroyingarnir sigurin á gólvið seint í seinna hálvleiki í dystinum sum varð leiktur á ukrainska heimavøllinum, sum er Vilnius.
Støðan gjørdist 35-32 til Ukraina.
Føroyingar brendu trý brotskast. Eisini vísti taktikkurin við opnum máli í álopinum seg ikki at vera gagnligur, tí føroyingarnir vórðu oftani resvaðir.
Elias E. á Skipagøtu og Óli Mittún fingu hvør síni 8 mál.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo