Flogbóltssambandið: U17 dreingirnir skulu kl. 17 í dag leika hálvfinalu ímóti Finnlandi í NEVZA-kappingini í flogbólti.
Hetta er greitt, eftir at Føroyar í morgun vunnu 3-0 á Danmark í ógvuliga spennandi dysti.
Føroyar vunnu fyrsta settið 27-25 og annað 29-27, áðrenn okkara dreingir gjørdu bart og vunnu triðja sett 25-18.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo