Minni enn 15 minuttir tók tað at selja 800 bilettir til TÝR-konsert, boðar Norðurlandahúsið frá.
- Stjórin í Norðurlandahúsinum, Gunn Hernes, FSO’s Poul Jákup Thomsen og Heri Joensen frá TÝR vóru í Góðan morgun Føroyar í morgun, har tey bert náddu at boða frá eini eykakonsert við TÝR og Føroya Symfoniorkestri, áðrenn sølan eksploderaði.
- Sølan byrjaði kl. 09.00.
- Minni enn 15 minuttir tók tað, so vóru tey 800 atgongumerkini seld, skrivar Norðurlandahúsið.
Eykakonsertin verður 8. februar 2020 kl. 16.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo