Fullur maður í Mykinesi. Føroyska politiið møtir upp við einum alvápnaðum liði.
Ørur maður í Vágum. Sama skil: Løgreglan sendir eina amerikanskt inspireraða deild við tungum vápnum vestur.
Sjálvmorðshótt fólk í somu oyggj. Umaftur: Svartklæddir persónar við byrsum og hjálmi troppa upp. Skot fella. Tað mátti henda fyrr ella seinni av hesi dubbingini.
Og nú, ein fríggjadag mitt í verðins fittasta høvuðsstaði, heimsins lítla nalva á sjálvum føðingardegnum hjá skaldinum: Alvápnað politistalið stormar eini sethús fyri at fáa onkran inn at sita feldan dóm.
Er hetta framkomna framtíðin, sum umsíðir er komin fram?
"okkara sveittandi swat team-mentan
røkkur
frá
vápnaðu løgregluni
umvegis
sólbrendar sjúkrabilførarar
erkvisnar fótbóltsdómarar
og vegformenn í vesti
til
sivilar samarittar
senilar vaktir
og klikkaðar parkeringsvørðar"
Høgni Mohr
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo