Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Spaniastova verður karmur um tiltakið Tvístøða á bróstinum, tá Etiska Ráðið kemur á vitjan í Klaksvík mikukvøldið 6.mars.

Endamálið við tiltakinum er at lýsa etiskar tvístøður, sum hjartastartarar kunnu hava. Serliga verður ljós varpað á umstøðurnar hjá eldri borgarum á bústovnum.

- Eiga vit - sum eldri búfólk - sjálvi at gera av, um hjartastartari skal brúkast, um vit hava tað fyri neyðini ella eru tað onnur, sum takaavgerð okkara vegna?

- Eigur tað at vera møguleiki at frávelja hjartastartara? Ella er tað at rokna sum natúrligt, at tá hjartastartarier tøkur, verður hann nýttur í øllum førum?

Etiska Ráðið verður umboðað við Hildur við Høgadalsá, forkvinnu, og Jákup H. Foldbo, ráðslimi. Somuleiðis luttekur Arnhold Jensen, kommunulækni í Klaksvík.

Til umrøða frá kl 19 verður  "Konsekvensetikkur og nyttuetikkur í mun til hjartastartara" og "Heilsa,trygd og umhvørvi - á kommunala økinum.

Tiltakið er alment, men vendir sær serliga til umboð fyri almennum og kommunalum stovnum, frítíðarfeløgum og avvarðandi myndugleikum innan heilsu- og trivnaðarøkið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo