Tað var eitt stórt tal av føroyskum stovukommunistum, serliga framamenn, sum elskaðu henda politiska skendsilin.
Munnu teir ikki tendra 60 ljós á eina tjóðveldiskaku í dag, hvis teir fáa ONKRAN danskan grunn at fíggja ljós og bakingina
Teir flestu av hesum fyrrverandi kommunistisku fantastum blivu jú umvendir til fanatiskar nationalistar og endaðu sum fúnaður stórviður í tjóðveldista-sektini.
Har teir fyrr sungu sovjettiskar lovsangir og Mao-hymnur, kvøða teir nú patetiskt rørdir "kamp-sálmin": "Sært tú fuglin har....?"
Linkaðir eru teir í teimum skeiklaðu cowboykløddu kommunistaknøunum.
Teir hava heilt skift stíl:
Í 1980unum vóru teir lodnir niður á dintil og gingu í Mao-sandalum ella niðurslitnum kondiskóm.
Nú eru teir nossligir, vælgreiddir og ganga í bustaðum svartaskóm á Áarvegnum ella sløðast millum rokaðar kaffikoppar í Vágsbotni
Summir síggjast eisini spáka i nationalum spjørrum og donskum spenniskóm, meðan teir messa úr kvæðabókum og "Rættskrivingarreglum".
Aðrir lovsyngja og elska nú føðilandið fastliga í staðin fyri Berlinmúrin.
Nógvir ferðast eisini pilagrimsferðir til Íslands í staðin fyri DDR og Albanien.
Teir fevna Føroyar so fast, at teir næstan kvala landið.
Men hetta stilskiftið er bara á skræðuni.
Teir eru framvegis politiskir smádreingir, sum eru intellektuelt stirðnaðir í permanentum puberteti.
Teir hava kroniskt politiskt múra-lyndi.
Virgar T Dalsgaard
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo