Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, vann í nátt undanvalið í South Carolina.
Sostatt vann hann valið í heimstatinum hjá mótvalevninum, Nikki Haley.
Hon hevur viðurkent tapið, men vil kortini ikki gevast við royndunum at gerast republikanskt forsetavalevni.
Donald Trump hevur vunnið undanvalið í øllum teimum fimm statunum har val hevur verið.
5. mars er sonevndi Supertuesday, tá báðir flokkarnir hava undanval í 16 statum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo