Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump heldur, at tað verður endin á fólkaræðinum í USA um hann tapir forsetavalið í novembur.
Uppáhaldinum kom hann við á veljarafundi í Ohio.
- Vinna vit ikki hetta valið, so vænti eg ikki, at tað vera fleiri val í hesum landinum, segði Trump sambært Reuters.
Donald Trump hevði eisini lovorð at bera teimum, sum sita búraðir inni fyri at hava verið við til álopið á Kongressina 6. januar í 2021. Hann kallaði teir fosturlandsvinir og gíslar.
Valdagin í novembur kallaði hann týdningarmesta dagin í søguni hjá USA.
Og hann ávaraði ímóti "blóðbaði" um hann ikki bleiv valdur, uttan tó at greiða nærri frá, hvat hann meinti við. Hann tosaði tó um amerikanska bilídnaðin, tá orðini um blóðbaðið fullu, skrivar Reuters.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo