Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kommunur

- Tað kom óvæntað á arbeiðsbólkin, at heili 30% av børnunum sita einsamøll heima, inntil foreldrini koma heim frá arbeiði. Fleiri foreldur nevna júst hetta sum orsøk til, at tey meta tilboð mangla í kommununi, har børnini kunnu fara, tá ið tey eru liðug í skúla.

Soleiðis sigur arbeiðsbólkurin í frágreiðingini, sum var latin kommununi í vikuni.

Tey sum fara til ítrótt ella annað frítíðarítriv eru færri, 24%, ímeðan tey sum eru saman við familju ella vinfólki er størsti bólkurin, 46%.

Kanningin vísir, at 79% av foreldrunum halda, at tað manglar eitt alternativ til verandi barna- og ungdómstilboð í kommununi.

Arbeiðsbólkurin mælir til, at kommunan setur á stovn eitt barna- og ungdómshús, eitt virkishús til aldursbólkin 3. til 10. flokk, sum er mannað við fakfólki, og at staðsetingin av hesum húsinum skal ikki vera á einum skúla. Eisini er tilmæli, at ein heilsugóð matarskipan verður sett í verk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo