Reinsaríið: Í kvøld klokkan 21.00 fer Flóvin Viderø - ein av okkara allarbestu sangarum - at spæla fyri tær.
Flóvin er best kendur sum frontmaður í Deja Vu og sína fantastisku rødd. Ein rødd, sum leiðir tankarnar til mætar menn sum Morten Harkett og Chris Martin.
Men Flóvin er meir enn ein rødd útyvir tað vanliga. Hann er eisini ein eminentur guitarleikari og sangskrivari. Hetta prógvaði hann longu í Deja Vu tíðini, tá útgávan "A Place to Stand On" var kosin til ársins útgávu.
Hóast Deja Vu er farið í søguna, so hevur Flóvin enn stýr upp á tónleikin. Tað prógvaði hann í 2019, tá hann útgav útvarpshittið "When I was a Kid", sum eisini var tilnevnt ársins lag á FMA 2020.
Konsertin verður víst beinleiðis á http//:torsgota.fo/stroyming
Mikudag
TÓRSGØTA LIVE - BLÁTT GRAS
Teir eru frískir, við upp á tað og ljóða sum teir koma nógv longri vestriii frá enn Vágunum. Íblásturin til tónleikin kemur nevniliga - tað hava tit kanska longu gitað - frá bluegrass stílinum, sum vit kenna frá amerikansku suðurstatunum.
Blátt Gras eru ikki bara bara, tí við sanginum "There is room at the table" høvdu teir Føroya besta lag á FMA 2015.
So mikukvøldið kl. 21 hava tit møguleika at lena tykkum afturá, njóta tónarnar og droyma tykkum burtur eina løtu.
Konsertin verður víst beinleiðis á http//:torsgota.fo/stroyming
Hósdag
TÓRSGØTA LIVE - ORÐ OG TÓNAR
Hóskvøldið kl. 21 snýr tað heila seg um Gilgamesh og Ólav.
Theodor S. Olsen, prestur, og Poul Gutttesen, lektari, leggja fram seinasta verkið, ið Viderø skrivaði, og sum nústaðni er komin undan kavi.
Bókin er um hugsanir, ið menniskju hava drigist við fyri 5000 árum síðum og sum framvegis plága okkum. Viderø hugleiðir um tann leitandi Gilgamesj, sum var kongur í Mesopotamia, og um somu órógv og sama tómleika í nútíðarmenniskjum. Hvussu vit eitra okkum umhvørvið, og hvussu grunnskygd vit eru, hóast so væl siðmentað.
Aftur við hesum forvitnisliga práti fer Ólavur Jakobsen at hugfanga okkum við sínum altíð góðu gittartónum.
Tiltakið verður víst beinleiðis á http//:torsgota.fo/stroyming
Leygardag
TÓRSGØTA LIVE - INGI & DANNY
Teir eru nokk tað tættasta, vit koma einum føroyskum boybandi. Teir hava alt, ið krevst - lekrir, bleytir og so gera teir poppløg, ið fáa øll at syngja og dansa við. Og at dansa og syngja er júst tað, vit mugu í hesum tíðum.
Vit tosa sjálvandi um Inga og Danny, sum leygarkvøldið spæla á Reinsarínum.
So nú meðan tað kann tykjast leingi til sunnukvøldini í mai, og til at vit aftur sleppa út at finna tí fittastu, so kunnu vit stytta okkum stundir og tune'a inn á www.torsgota.fo/stroyming leygarkvøldið kl. 21.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo