Fyrsta páskadag í 1957 sang Tofta Streingjakór fyri fyrstu ferð. Síðani hevur kórið sungið til møtir og gudstænastur um alt landið og verið uttanlands.
Fýra LP-plátur hevur kórið givið út við fýra sangum á hvørjari.
Kórið hevur bara havt tveir kórleiðarar, og eru teir Sørin Steinhólm og Hans Jákup Hansen.
Í kvøld kl.19.00 verður hátíðarløta í Tabor á Toftum, fyri og saman við Streingjakórinum.
Kl.17.30 eru øll sum hava sungið við kórinum gjøgnum árini vælkomin til at venja nakrar sangir, sum vera sungnir á møtinum.
Øll eru vælkomin til hátíðarløtuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo