Svar upp á § 52 a fyrispurning frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, um hvussu stórur partur av bruttuvinninginum tøkugjøldini hava verið seinastu 10 árini, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Fyrispurningur:
1. Hvussu stórur partur av bruttovinninginum hava tøkugjøldini verið í alivinnuni seinastu 10 árini - hvørt ár sær?
Svar
Spurt verður um, hvussu stórur partur av bruttuvinninginum, tøkugjøldini hava verið í alivinnuni seinastu 10 árini, fyri hvørt árið sær.
Fyri at svara spurninginum er neyðugt at nágreina fortreytirnar fyri svarinum nærri. Talan er um samlaða bruttovinningin hjá vinnuni og ikki fyri hvørt felagið sær. Svarað verður við støði í roknskapunum hjá P/F Mowi Faroes, P/F Luna og P/F Bakkafrost Farming.
Roknskaparliga verða útreiðslur til tøkugjald trektar frá nettosøluni, áðrenn komið verður til bruttovinningin, eisini nevnt bruttoúrslitið. Harvið er tað meira rættvísandi at tosa um, hvussu stórur partur av bruttoúrslitinum uttan útreiðslur til tøkugjøld, tøkugjaldið hevur verið seinastu 10 árini. Víst verður í hesum sambandinum eisini til svar frá Fíggjamálaráðnum upp á fyrispurning nr. 52-090/2022 viðvíkjandi veiðigjøldum.
Talvan niðanfyri vísir bruttoúrslitið og bruttoúrslitið uttan útreiðslur til tøkugjøld hjá alifyritøkunum fyri árini 2012-2021. Roknskapartølini fyri 2022 eru ikki tøk enn og tí ikki við.
Lóg um loyvisgjald á alivinnu varð sett í gildi 1. januar 2014 og tískil vóru ongar tøkugjaldsinntøkur áðrenn tað.
##med2##
Í talvuni sæst, at tøkugjaldið seinastu fimm árini hevur verið millum 9,3% og 12,8% av bruttoinntøkuni.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 17. mai 2023
Høgni Hoydal
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo