Summar Festivalurin: Næsta vikuskiftið verður Summar Festivalurin hildin í Klaksvík. Landsins størsta tónleikatiltak bjóðar tónleik, undirhald og hugna í tríggjar dagar – frá hóskvøldi til leygarkvøld.
Fleiri túsund fólk koma til Klaksvíkar at halda Summar Festival, og stórt trýst er á gistingarmøguleikar í økinum.
Mitt á festivaløkinum verður hugnalig tjaldbygd, har tjaldarar kunnu gista. Øki eru bæði til ungdómar og familjur. Tað ber ikki til at búgva meira sentralt á Summar Festivalinum, og haðani er upplagt at njóta tann lívliga festivalin.
Umvegis heimasíðuna sf.fo ber til at keypa sær pláss í tjaldbygdini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo