Tingfundur byrjar klokkan 10 í morgun, fleiri mál koma til aðruviðgerð og fleiri atkvøðugreiðslur eru sostatt á skránni.
Eitt nú koma málini um skúlabygningarnar á Frælsinum og hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast til aðruviðgerð. Og tað ger uppskotið til løgtingslóg um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina eisini.
Hartil verður umrøða av spurningi sum Bárður á Lakjuni, tingmaður, hevur sett Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni um hvørt Sernám ger mismun.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo