Tórshavnar kommuna: Aftur í ár sløkkja vit ljósini í ein tíma og varpa ljós á veðurlagsbroytingar. Earth Hour 2021 verður leygarkvøldið 27. mars ímillum kl. 20.30 og 21.30. Einki tiltak verður í býnum, men ljósini verða sløkt í býnum sum vant.
Umframt at ljósini verða sløkt í býnum, so verður eisini eitt átak gjørt fyri at geva veðurlagsbroytingunum gætur. Tí fer Tórshavnar kommuna at leggja dent á at skilja og endurnýta burturkast. Hetta snýr seg eisini um at temja orku- og tilfeingisnýtsluna hjá okkum í gerandisdegnum.
Til ber at fylgja við átakinum á Facebook, og har ber eisini til at fáa kunning um, hvussu tú kanst gera mun.
Í ár samstarvar kommunan eisini við Spíran. Frítíðarskúlin fer at vísa okkum góðar løtur í náttúruni og geva okkum góð ráð, so vit øll ansa væl eftir umhvørvinum. Spírin lærir børnini at virða náttúruna, at spæla og virka í náttúruni. Vit fara at spyrja okkara ungu serfrøðingar um, hvussu vit kunnu stuttleika okkum saman í náttúruni og samstundis ansa eftir henni.
Hevur tú eini góð hyggjuráð, sum gagna umhvørvinum og riggar í gerandisdegnum? Kanska tú hevur eina snilda skiljiskipan til ruskið heima við hús? Ella tú hevur onkran góðan vana, sum ger, at tú ikki nýtir óneyðuga nógvar vørur í gerandisdegnum? Tak eina mynd og frámerk #earthhourtorshavn og ver við í kappingini um tvey Havnakort á 500 krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo