Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá ið álvarsom sjúka rakar, hevur tað ofta við sær stúranir. Nógvar stúranir. Vit í Krabbameinsfelagnum síggja sjálvandi best tað, sum tey fáa at dragast við, sum fáa krabbamein. Nógv stríðast við varandi fylgjur og seinfylgjur av sjúku og viðgerð, sum ávirka gerandisdagin nógv.

Tankarnir kunnu vera nógvir. “Tá ið viðgerðin er av, fari eg so at megna at arbeiða? Hvussu nógv fari eg at megna at arbeiða? Hvussu verður fíggjarstøðan?“

At kunna fara í tillagað starv, lættir í nógvum førum ótrúliga nógv um. Tá ber til at vera verandi í starvinum, við einum tímatali, sum tú megnar, og við einum lønarískoyti, sum í flestum førum bøtir væl um fíggjarstøðuna.

Skipanin við tillagaðum starvi er ein sonn sólskinssøga. Men nú dregur á luftina. Tí skipanin við tillagaðum starvi skal broytast.

Í dag ber til at fáa tillagað starv, um tú hevur mist ein triðing ella meiri av arbeiðsførinum. Tað verður broytt, soleiðis, at nú verður treytin, at tú skalt hava mist helvtina ella meiri av arbeiðsførinum.

Hevur tú t.d. mist 40% av arbeiðsførinum, er ætlanin, at skipanin ikki longur skal galda fyri teg. Hevur tú arbeitt fulla tíð, so svarar tað til, at tú orkar at arbeiða tríggjar dagar um vikuna í staðin fyri fimm dagar um vikuna.

Hvussu ávirkar lógarbroytingin í hesum førinum inntøkuna? Á heimasíðuni hjá Almannaverkinum ber til at rokna, hvat lønarískoytið verður, alt eftir inntøku og arbeiðsføri.

Ert tú t.d. sjúkrarøktarfrøðingur á endaløn, og tú arbeiðir fulla tíð, so táttar lønin í knappar 40.000 krónur um mánaðin. Vit hava brúkt tað sum dømi og snøggað tølini til nærmasta runda tal.

Fært tú játtað tillagað starv eftir lógini, soleiðis sum hon er nú, so verður inntøkan:

Løn, 60%         24.000 krónur um mánaðin

Ískoyti              11.500 krónur um mánaðin

Til samans       35.500 krónur um mánaðin

Við verandi skipan minkar inntøkan so statt 4.500 krónur um mánaðin.

Tá ið lógin er broytt, so kanst tú ikki longur fáa tillagað starv. Tú kanst heldur ikki fáa fyritíðarpensjón, tí tá er treytin eisini, at tú skalt hava mist minst 50% av arbeiðsførinum.

Tá eru tvey í at velja.

Tú kanst avtala við arbeiðsgevaran at arbeiða tað, sum svarar til 60% um vikuna og fara samsvarandi niður í løn. Inntøkan minkar 16.000 krónur um mánaðin í staðin fyri, sum nú, 4.500 krónur um mánaðin. Hjá nógvum er tað trupult, um ikki ómøguligt, at fara so nógv niður í inntøku.

Tá kann meiri enn so koma fyri, at tú sært ikki annan útveg, enn at royna alt tað tú kanst at arbeiða fulla tíð. Hjá fleiri røkkur orkan tá so dánt til at arbeiða. Og púrt einki annað.

Eigur tú børn, so kann vera trupult at orka at gera skúlating við teimum, halda føðingardag fyri teimum ella vera virkin í frítíðarvirkseminum hjá teimum.

At fara í føðingardagar, vera saman við vinum ella familju, sjálv vera virkin í frítíðarvirksemi, vera í bindiklubbi? Tað kemur mest sum ikki upp á tal, tí tú orkar snøgt sagt ikki annað enn at røkja títt starv.

Ført verður fram, at lógarbroytingin rakar ikki so nógv. Og ikki tey, sum longu eru í skipanini. Hevði tað verið verri at gjørt hesar broytingarnar, um nógv vórðu rakt? Sum árini ganga, verða tey so ikki fleiri og fleiri, sum verða rakt?

Vit standa sum kánus og skilja púrt einki. Tí. Tey, sum tað rakar – tey verða meint rakt. Og hvørt einasta fólk, sum verður rakt, er eitt fólk ov nógv.

Góðu bestu tit, sum vit hava litið upp í hendurnar at gera lógirnar, sum skulu galda í Føroyum. Tveitið ikki hesi fólkini út í fleiri stúranir og ótta, enn tey frammanundan hava at dragast við. Í ringasta føri fátækdømi.

Gerið ikki tað, at hjá teimum dregur so nógv á luftina, at sólin ikki longur vinnur fram.

Fyri Krabbameinsfelagið
Durita Tausen, forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo