Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tá ið danska rocksøgan seinastu 50 árini einaferð verður gjørd upp, er eingin ivi um, at The Savage Rose finst onkunstaðni ovast uppi á pyramiduni. (Informatión).

Annisette og restin av orkestrinum vóru frammanfyri sína tíð fyri umleið 40 árum síðan. Tað eru tey framvegis. (Jyllands Posten).

”Lívsins Blues” kallaði ummælarin hjá Berlingaranum tað serliga tónleikaslagið, sum The Savage Rose hevur spælt síðan 1967. Hesin tónleikur blómaði, livdi sítt egna serstaka lív, og tá ið ”Love and Freedom” kom út í 2012, varð útgávan heiðrað sum ein av bestu útgávunum nakrantíð hjá orkestrinum. Sjálvandi við teirri karismatisku Annisette sum tað vokala og visuella miðpunktið í eini røð av sangum, sum ”taka so vakurt um lívið, kærleikan og frælsisrættindi”, sum ummælarin orðaði seg í Berlingaranum.

Umframt Annisette er The Savage Rose: Palle hjort (klaver, Hammond-orgul, harmonika), Jacob Haubjerg (kontrabass, el-bass), Anders Holm (trummur), Rune Kjeldsen (guitar) og Naja Koppel og Amina Carsce Nissen (kór).

Komið suður og upplivið eitt orkestur og eina unika, legendariska rødd, sum hava rúnarbundið og inspirerað óteljandi hjørtur  kring heimin seinastu fimti árini. 

Í góðum samstarvi við Strandferðsluna er borið soleiðis í bandi, at Smyril siglir norður aftaná konsertina!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo