Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Eftirskúlin Brúgvin: Á eftirskúlanum Brúnni í Skálavík eru 19 næmingar í løtuni í holt við at menna og snikka saman eina leiksýning, ið ber heiti:

Tað er torført á ein øðrvísi hátt at vera ungur í dag… í Føroyum… í Danmark… MEN VIT VILJA SO FEGIN EYDNAST.

Hetta er heitið á eini leiksýning, sum í løtuni verður snikkað saman av 11 næmingum á Brúnni, eftirskúlanum í Skálavík og 8 næmingum úr Skovbo efterkole í Danmark. Á báðum skúlum hava tey arbeitt við ungdómsmentan í 2022 og hava tey skrivað ráðar tekstir. Úrslitið er ein leiksýning, sum verður víst tvær ferð í Føroyum og tvær ferð í Danmark.

Ungdómsmentan er á ein hátt global. Bæði í Skálavík (Føroyum) og í Slimminge (Danmark) hevur man fartelefonir, sveimar á sosialu miðlunum og upplivir at tað kanska ikki bert er torført – men ofta torført á ein annan hátt, at vera ungur í dagsins samfelag. Hinvegin er ungdómsmentan eisini lokal. Tað eru óiva økir, har føroysk og donsk ung uppliva ungdómslívið ymiskt.

Sýningin verður gjørd frá grundini og verður sermerkt av autentiskum ungdóms málburði

Sýningarnar eru ókeypis og tær vera:

Leygardagin 19.nov. kl 19:00 á eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík. Tað verður møguligt at keypa leskiligan mat ”chicken curry” frá kl. 17:00

Sunnudagin 20.nov kl 19:00 verður sýningin í City Church í Havn

Set x í kalendaran í hesi myrku tíð og uppliv ung fólk, sum eru við uppá tað og hava nakað á hjarta

Les meir um bakgrundina fyri leiksýningarnar á www.brugvin.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo