Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í nátt og í morgun hevur verið av ringasta veðri á Sandi, ættin var landnyrðingur, sum er sera ring ætt á Sandi.

Menn varnaðust í morgun at tekjan á flakavirkinum var um at ríva.

- Borið var skjótt at, tilbúgvingin var kallað út, stigabilur frá Tórshavnar sløkkiliði, sum Sands sløkkilið er ein samanrunnin partur av, var skjótur á staðnum.

- Tað møttu 20 vallupplagdir mans upp og arbeiði gekk avbera væl og tekjan bjargað. Eftir at bjargingararbeiði var lokið, beyð Sands kommuna til morgunmat, sigur borgarstjórin Heri Sverrason.

Borgarstjórin sigur eisini, at samstarvið sum Sands sløkkilið hevur við Tórshavnar sløkkilið er eitt samstarv sum riggar sera væl, og gevur sandingum ein ómetaliga stóran tryggleika.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo