Fólkakirkjan: Fyrr í ár kom út eitt ískoyti til donsku sálmabókina, nevnd Kirkesangbogen.
Millum teir mongu tónleikararnar, sum hava fingið sálmar sínar við í bókina, er okkara Teitur Lassen. Hann fekk ikki færri enn átta sálmar við av teimum íalt 229 sálmunum í bókini.
- Jú, tað var stuttligt at verða við í eini slíkari sangbók, sigur Teitur Lassen ikki sørt bilsin á málinum.
- Serliga tá ein hugsar um, at omanfyri 10.000 sálmar komu inn til nevndina, sum skipaði fyri útgávuni.
Allir sálmar hansara eru skrivaðir á donskum. Í løtuni arbeiðir Oddfríður Marni Rasmussen við at umseta teir til føroyskt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo