Í arbeiðinum at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum og hjálpa teirra familjum, skipar Team Rynkeby Føroyar fyri Galladøgurða á Hotel Føroyum 10. ferbruar 2018.
Tiltakið er skipað við góðum 4 rættað matskrá, og dygdargóðum undirhaldi, frá millum øðrum Eyðun og Terja, Victoriu á Lakjuni, Bollunum, Tórshavnar Manskóri, Pipar og Salt, Tróndur og Lív og Danny and the Veetos.
Øll sum luttakað og starvast fyri tiltakið, gera hetta uttan samsýning. Tað ger at allur peningurin, sum inn kemur fer óskorin til børnini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo