Sangløtan: Í kvøld klokkan 22.00 fara tey á G! Festivalinum saman við teimum størstu føroysku stjørnunum at syngja, skála og klemmast.
Eitt serligt huglag hoyrir til Sangløtuna - ein sterk tjóðskaparkensla og stoltleiki, sum kann samanberast við tí, sum eisini hoyrir til midnáttarsangin á ólavsøku. Tað, sum tó sermerkir Sangløtuna á G!, er, at her verður eisini framført á ljóðførum, og at tey, sum syngja fyri, sum oftast sjálvi hava skrivað sangirnar.
- Tað at syngja saman er ein inngrógvin partur av okkara mentan, og Sangløtan er altíð ein fantastisk uppliving – óansæð um tað er á pallinum ella í fjøldini, siga fyriskipararnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo