Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Talvsamband Føroya: Seint út á sunnukvøldið bendi alt á, at Helgi Dam Ziska fór at endurvinna smálandakappingina í talvi. Men so tók alt eina bráða vend.

Sunnukvøld 25. apríl - klokkuni nærkast tíggju á kvøldi. Helgi kýtir seg at vinna í síðsta umfari. Honum eydnast eftir tógvið slit at stríða seg til sigurs í hørðum dysti móti altjóða meistaranum Fred Berend úr Luksemburg. Samstundis er líkt til, at Pavlos Constantinou av Kyprós heilt óvæntað fer at bjarga sær eitt harðvunnið remis móti oddamanninum Michael Wiedenkeller.

Til endans eru bara hesi bæði talvini eftir. Tað er seint, útivið fimm tímar eru gingnir síðani teir byrjaðu. Helgi fær eftir tolið og hugflogsríkt spæl vundið ein fyrimun úr støðuni, og fer í endatalv við støðu, sum ikki krevur annað enn góðan teknikk at vinna. Báðir fáa frúgv upp, men Helgi eigur eina avgerandi finnu aftrat. Væl telvað og ein kærkomin sigur til okkara mann.

So í stórum spenningi at forvitnast á hinum borðinum. Sterki sviin í Luksemburg stríðist av øllum alvi móti drúgva kýpriska mótstøðumanninum. Teir sita við endatalvi við róki og riddara hvør, Wiedenkeller við fýra finnum móti trimum. Við røttum spæli er støðan remis, men tíðin gongur nú av álvara undan, fyrst hjá kýpranum, sum frá líður eisini hjá Wiedenkeller, sum noyðist at finna teir kreativu leikirnar í eini tekniskt javnari støðu.

Hjá báðum er til endans minni enn ein minuttur eftir, men fyri hvønn leik fáa teir ein hálvan minutt aftrat á klokkuni. Báðir sita sum á glóðum og flyta, sum í snartalvi. Wiedenkeller hugsar - og hugsar djúpt. Bara nøkur sekund eru eftir. So flytir hann. Hann hevur lagt eina fellu. Og nú hendir tað, sum ikki skal henda - hjá Helga. Kýprin sær ikki vandan, og fer glaðbeintur í felluna. Wiedenkeller høggur til, offrar rók fyri riddara, og nú sær Constantinou, at hann er lumpaður. Hann missir í næsta leiki mann við skáki, og leggur tí kongin.

Vinnarin varð tí funnin í síðsta leiki í kappingini. Meira dramatiskt fær tað ikki verið. Helgi harmast, sum vera man um, at kýprin snávaði. Wiedenkeller var heppin, men hann var eisini kringur og stríddist fyri síni søk, og varð løntur fyri sítt strev.

Michael Wiedenkeller er 58 ár. Hann er svii, og var í 80-unum og 90-unum millum sterkastu telvarar í Svøríki. Hann telvaði á landsliðnum og var svenskur meistari í 1990. Í 1997 flutti hann til Luksemburg at arbeiða sum bankamaður. Seinastu tíggju árini hevur hann umboðað Luksemburg.

Fínteljing neyðug
Michael Wiedenkeller og Helgi endaðu loksins javnir við átta stigum hvør.

Tað hevði verið spennandi at sæð teir tikið ein umdyst, sum vanligt er, tá tað stendur á jøvnum í oddanum. Havandi í huga, hvussu kringur Helgi er í kviktelving - sum slíkir umdystir ofta verða avgjørdir eftir - hevði Helgi verið favorittur at vunnið. Men reglugerðin fyri hesa kapping ásetur ikki umdyst. Í staðin vinnur tann, sum hevur meiri mótstøðustig. Og her munar sigurin hjá Wiedenkeller á Igor Efimov væl. Hann endaði nummar trý við sjey stigum. Helgi telvaði remis móti Efimov.

Hin føroyingurin, Luitjen Akselsson Apol, endaði kappingina væl við tveimum sigrum á rað. Í síðsta umfari í kvøld vann føroyski unglingin á Paul Carpenter av Jersey. Luitjen fekk tí 3½ stig og endaði nummar sjey í røðini.

Hetta var fjórða smálandakappingin fyri einstaklingar. Tann fyrsta var í 2014, og hana vann Wiedenkeller. Síðani vann Helgi í 2016 og aftur í 2018, og nú vinnur Wiedenkeller fjórðu kappingina. Teir báðir hava tí vunnið tvær kappingar hvør.

Kanska hittast teir aftur í heyst. Tá verður smálandakapping fyri landslið. Gongst sum ætlað verður telvað sum fyrr - í nærstøðu. Malta skal hýsa kappingini. Henda kappingin hevur verið regluliga síðani 2009. Føroyar hava vunnið tríggjar ferðir, Luksemburg tvær ferðir og Andorra eina ferð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo