Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-031/2023 eftir tingskipanini § 52a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Sólvit E. Nolsøe, løgtingsmanni, um heimleys.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvat verður gjørt fyri at bøta um umstøðurnar hjá heimleysum?

2. Sambært lóg hoyrir økið til landið, men kann talan vera um samstarv millum land og kommunur um at loysa trupulleikan?

Svar:
Til nr. 1

Almanna- og mentamálaráðið arbeiðir støðugt við teimum avbjóðingum, ið eru innan heimleys økið. Orsøkin til heimloysi er samansett og hongur neyvt saman við støðuni hjá tí einstaka. Talan verður tí ongantíð um eina loysn. Tvørturímóti er neyðugt at arbeiða á fleiri ymsum mótum, og at finna samansettar loysnir.

Tríggir sjálvbodnir felagsskapir fáa í dag stuðul til at veita serlig bútilboð til hendan málbólk.

Blái Krossur í Havn, Gloria í Klaksvík og Frelsunarherurin í Havn. Av teimum í alt 35 búplássunum til heimleys, ið hesir felagsskapir hava, eru bert tvey herbergspláss. Talið av herbergsplássum stendur ikki mát við tørvin, ið merkir at fleiri sova úti.

Sum landsstýriskvinna havi eg sett mær fyri, at ongin skal mangla song fyri náttina.

Fyrsta stig á leiðini er at útvega fleiri herbergspláss. Tí er avgjørt at hækka játtanina til stuðul til fyriskipanir fyri heimleys á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024 við 1,5 mió. kr. Játtanin er markað til at útvega fleiri herbergspláss.

Ásannandi at veturin er í nánd, hava Almanna- og mentamálaráðið, Almannaverkið og Frelsunarherurin saman tikið stig til beinanvegin at økja talið av herbergsplássum á

Herberginum úr tveimum upp í átta. Við hesum økist samlaða talið av búplássum til heimleys til 41.

Økta talið av herbergsplássum er fyrsta stig á vegnum at bøta um umstøðurnar hjá heimleysum.

Í næstum verður farið undir eina tilgongd, saman við avvarðandi pørtum, at finna fram til,
hvørji onnur átøk skulu gerast fyri at bøta um umstøðurnar hjá heimleysum.

Neyðugt er eitt nú at arbeiða við støðuni hjá eldri røktarkrevjandi heimleysum, støðuni hjá ungum við rúsevnismisnýtslu, hvørji átøk skulu gerast fyri at fyribyrgja og tálma rúsdrekkaog rúsevnismisnýtslu, avbjóðingin hjá heimleysum at fáa nøktandi bústað, eins og sosialpolitikki og fyribyrging sum heild.

Heildarætlanin um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum verður tikin við í hetta arbeiðið.

Til nr. 2
Í Føroyum er tað ikki ein geiri, sum einsamallur hevur ábyrgd av heimleysum. Siðvenja er, at sjálvbodnir felagsskapir veita tilboð til hesar borgarar, og fáa stuðul frá bæði landi og kommum til endamálið.

Trupulleikarnir hjá heimleysum eru samansettir, og tí er neyðugt, at fleiri partar lyfta í felag.

Almanna- og mentamálaráðið er í støðugum samskifti við kommunur og aðrar viðkomandi partar um at finna loysnir uppá avbjóðingarnar og um at gera nøkur felags átøk, við tí fyri eygað at bøta um umstøðurnar hjá heimleysum.

Tórshavn, 4. oktober 2023
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo