Sjómenn, sum eg tosi við, halda allir, at tað sæst og hoyrist ov lítið til Føroya Fiskimannafelag. Um eg verði innvaldur, so ætli eg at gera nakað við hetta.
Fyri fáum døgum síðan, sást ein langur listi av lyftum. Havi ikki hoyrt um hesi áður. Heldur ikki á aðalfundinum hjá felagnum í desember.
Havi verið í politikki í nøkur ár, og veit, at tað skal nógv arbeiði til fyri at broyta nakað. Orð eru góð, men tey flyta ikki nógv.
Tað hevur verið tosað um, at sjómenn skulu hava fasta løn, men av tí at undirtøka ikki er fyri tí, so er tað tagt burtur.
Føst løn og høg minstaløn er tað sama. Minstalønin eigur at taka støði í 12 tímar arbeiðsdegi, og tí er 1.100 krónur ov lítið.
Um betri skip ynskjast, so noyðist avreiðingarvirðið at økjast, sum so aftur gevur hægri hýru. Tá verður eisini lættari at manna skipini.
Eg havi fyrr skrivað um trupulleikarnir av, at skipini frítt ikki kunnu landa veiðuna uttanlanda, og at hetta eisini kostar samfelagnum pengar. Men tað er, eins og tilfeingisgjaldið, ein politiskur spurningur. Hetta havi eg heldur ikki hoyrt nógv um.
Um bara verður arbeitt handan leiktjøldini, broytir tað onki. Fyrst skal fólkið skilja boðskapin, og síðan gera politikararnir tað, sum fólkið ynskir. Tað er uppgávan hjá felagnum og nevndini at kunna fólkið.
Jonhard Danielsen
Valevni til nevndina í Føroya Fiskimannafelag
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo