Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Hendan vakra heystdagin skipaði KRIS fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har evnið var kynsligur ágangur og seinárin av kynsligum ágangi. Ráðstevnan hevði fingið heitið "Tað hvørvur ikki av sær sjálvum" og nógvar spennandi framløgur vóru á skránni, við luttøku av bæði útlendskum og føroyskum fakfólki.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, helt røðu og setti ráðstevnuna.
Til ber at lesa røðuna niðanfyri her:

Góðan dag, øll somul. Og takk fyri, at tit í KRIS hava boðið mær heiðurin at seta hesa ráðstevnuna!

“Tað hvørvur ikki av sær sjálvum” er eitt sera væl valt heiti. Er tað nakað vit vita so er tað, at kynsligur ágangur og brotsverk seta spor, sum stinga djúpt og kunnu vara alt lívið, og fara yvir og gjøgnum mong ættarlið.

Og eg má siga, at eg gleðist um, at tit hava tikið stig til hesa ráðstevnuna. Tí tað er ein sannroynd, at skulu vit flyta okkum fram áleið og mennast, so má faklig áfylling til.

Síðani heildarverkætlanin um kynsligan ágang varð sett í gongd í 2015, er eisini nógv hent á økinum og hava tit í KRIS við tykkara royndum so sanniliga gingið undan. Tit settu hetta evni á bredda langt áðrenn nakar annar.

Eg minnist aftur á júst eina ráðstevnu millum fleiri og tað var, Bryd Tabu, sum varð hildin her í Norðurlandahúsinum í september 2017. Har varð dentur lagdur á kynsligan ágang og sexualitet hjá fólki, sum bera brek. Og har luttóku tit eisini.

Tá vóru vit komin so mikið langt, at vit kundu tosa um evnið knýtt at einum viðbreknum bólki. Tað kundu vit bara tí, at tøgnin var brotin frammanundan. Tað var vorðið í lagi at tosa um kynsligan ágang. Evnið, ræðuleikin var ikki longur goymdur burtur, tagdur burtur og tabuiseraður, men økið, ella rættari sagt fólkini, vóru við at fáa eina rødd, og eitt mál, at mátin at handfara ágangin var við at taka skap.

Eins og her i dag, so gav ráðstevnan tá eisini høvi hjá bæði fakfólki og øllum samfelagsborgarum at ogna sær nýtt innlit og breiðka sjónarringin, um avleiðingarnar av kynsligan ágangi, sum vit vita eru lemjandi fyri lív og lagnu hjá fólki.

Í okkara lítla samfelagi hava vit lyndi til at tiga burtur tey viðurskifti og tey ting, sum eru óbehagilig at tosa um. Hetta er einki nýtt. Og hetta er ikki einans galdandi fyri kynsligan ágang. Tað tykist viðhvørt sum, at vit halda, at tað, sum vit ikki tosa um, er ongantíð hent.

Í so mangar mátar kunnu vit siga, at tit hava verið við til at bróta tøgnina. Og við hesi ráðstevnuni - ”Tað hvørvur ikki av sær sjálvum” - halda tit fast í júst hesum álvars evni um kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi.

KRIS ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, og hesi árini, ið tit hava virkað eru tað mong, sum hava havt brúk fyri tykkara hjálp og ráðgeving fyri at megna lívið.

Vit vita, at kynsligur ágangur er eitt so álvarsamt brot, ið fólk kunnu fáa trupulleikar av alt lívið. Tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at vit ásanna trupulleikan og gera alt fyri at bøta um hjá teimum, sum eru rakt.

Og framvegis hava vit so sanniliga brúk fyri tykkum. Og eg vil takka tykkum so mangar ferðir fyri tað stóra arbeiðið, tit gera hvønn dag, árið runt.

Tíbetur – tingini flyta seg, hóast tað eftir mínum tykki kann ganga alt ov spakuliga viðhvørt. Vit hava sæð fleiri dømir um hetta.

Tað nýggjasta stigið á rættari kós er uppskotið til broyting í revsilógini um kynsliga avnoyðslu og lokking, eisini kent sum grooming, sum nú verður kriminaliserað í Føroyum!

Knappliga varð tað bara ein sannroynd og alneyðugt at fáa hesa tillaging gjørda fyri føroysku revsilógina. Jú, heimurin er broyttur og broytingarnar halda áfram. Hesar hava við sær, at vit sum samfelag so sanniliga mugu vera árvakin og fylgja við og tillaga okkum, fyri at tryggja allar okkara borgarar.

Alnótin, sum annars eisini kann brúkast til nógv gott, er eisini ein nýggjur pallur at fremja ágang á. Og nógv mál av hesum slag eru í Føroyum. Vit frætta javnan um tað gjøgnum tíðindini og foreldur eru stúrin og hjálparleys um, hvussu tey best verja síni børn. Her liggur ein stór uppgáva at loysa bæði fyri foreldur, stovnar, skúlar, feløg, ja, samfelagið alt.

Lógarbroytingar eru eitt sera týdningarmikið stig, men tað kann ikki standa einsamalt.

Tað, at nøkur evni eru meira tabuiserað, enn onnur, er tó heldur ikki nakað serføroyskt fyribrigdi. Kynsligur ágangur skal ikki tigast burtur. Tí tað óunniliga og ótespiliga hvørvur ikki, um vit dylja tað. Og tora vit ikki at tosa um hesi viðurskifti, hvussu skulu vit tá kunna gera nakað við trupulleikan? Og hvussu skulu vit tá kunna hjálpa teimum, sum hava brúk fyri tí?

Sjálv fýlist eg á orðingarnar, sum verða nýttar, tá ið vit umrøða kynsligan ágang. Eg minnist frá tá ið eg byrjaði at skriva um hetta, at eg brúkti orðingina siðamisbrot. Tað er alt ov veikt, segði onkur við meg, og tað er rætt. Kynsligur ágangur er nokk eisini ov veikt. Kynsligur harðskapur er rættari og rættast er at siga kynslig brotsverk- tí brotsverk er tað. Ólógligt og eitt brotsverk.

Eg ilskist eisini inn á orðingar sum at “pápi dømdur fyri samlegu við dóttrina” Ein pápi kann ikki hava samlegu við dóttrina. Tað er neyðtøka og kynsligt brotsverk. Og, ja, eg veit væl, at tað verður víst til ymiskt tekniskt í lógunum tá ið heitini eru sum tey eru, men tað eiga vit at broyta.

Orð skapa eisini veruleika.

Orðið barnaporno verður eisini javnan brúkt. Barnaporno? Hesi bæði orðini hóska als ikki saman. Tosa vit ikki um talgild kynslig brotsverk móti børnum? Kynslig misnýtsla, nei tað eitur kynslig brotsverk!

Kynslig brotsverk kunnu henda allastaðni. Og tey henda allastaðni. Eisini har børn eiga at kenna seg tryggast. Heima, hjá næstringum, vinum, í grannaløgum, samkomum, felagsskapum og so framvegis.

Flest okkara kenna kenda danska rithøvundan Tove Ditlevsen. Hon hevur skrivað eina røð av kendum bókum, yrkingum og øðrum. Hon var enntá brævkassaredaktørur í Familju Journalini tá ið eg var barn. Hon doyði í 1976 fyri egnari hond. Gjøgnum lívið stríddist hon við rúsmisnýtslu og hevði stórar sálarliga avbjóðingar. Hon var gift fýra ferðir.

Í summar hendi tað, at ein ommudóttir hennara gav eina bók út sum eitur “Tove Ditlevsen var min mormor” Ommudótturin Lisa var 12 ár, tá ið omman doyði. Lisa greiðir frá hvussu hon aftaná, at mamma hennara var deyð, arvaði hennara ting. Mamman hevði altíð havt eitt tungt sinn, og Lisa hevði altíð havt varhuga av, at okkurt nívdi. Lisa megnaði ikki at hyggja tingini hjá mammuni Helle ígjøgnum fyrr enn 13 ár aftaná at mamman var deyð. Tá fann hon eitt stórt ringbind har tað stóð skrivað “Hemmiligheder” á.

Hon greiðir síðan frá hvussu hon fór ígjøgnum ringbindi, og hvussu mamman hevði systematiserað alt tilfar yvir lívið hjá sær. Nógv persónlig brøv, sjúkrajournalir og annað vóru í. Alt hennara lív var goymt í ringbindinum. Tað, sum var essensurin í øllum var, at mamma hennar Helle var blivin misbrúkt av fosturpápanum gjøgnum 4 ár. Fosturpápin var kendur maður og giftur við Tove Ditlevsen. Spurningurin um Tove visti av hesum, verður nógv umrøddu í miðlunum, og tað er nógv sum talar fyri tí. Millum annað svaraði hon eini stúrandi mammu í brevkassanum hjá Familie Journalini, tá ið hon spurdi um hon kundi hava álit á manninum hjá sær, tí hann hevði roynt at neyðtikið 13 ára gomlu dóttrina, at tað kundi henda at menn blivu tiltrektir av ungum gentum, og at hon so at siga mátti liva við tí.

Tað sum er áhugavert er, hvussu ommudótturin lýsir familjusøguna við skomm, stórari fátækt og mangul uppá umsorgan. Tove Ditlevsen var tann fyrsta í familjuni, sum tók lopið burtur úr fátæktini og soleiðis breyt arvin.

Ommudótturin sigur, at hon vaks upp uttan eina nærverandi mammu. At mamma hennara vaks upp uttan eina nærverandi mammu. Heldur ikki mamma Tove Ditlevsen var tann, man kundi ynskja sær. Hon hevði mist mammuna, tá ið hon var 4 ára gomul, og mátti tí sjálv átaka sær eina mammurollu. Mamman frammanundan misti eisini mammuna sum 4 ára gomul. Ergo- ein long ketureaktión av manglandi mammum hevði myndað familjuna í ættarlið. Tað verður trupult at vera mamma, tá ið man ikki hevur havt nakra mammu at spegla sær í og at læra at knýta relatiónir gjøgnum. Og so lýsir hon hvussu móðirskapið gjøgnum ættarliðið hevur verið trupult.  Hvussu dagarnir hava verið fongdir við skomm. Skomm um fátækradømi, um klæðini tey vóru í , um vánaligar tenn, um sjálvmorð, um manglandi umsorgan, skomm um rúsdrekka og rúsevnir, um brotin mørk og brostnar dreymar. Tíbetur førdi gjøgnumgongdin av bókini eisini fram til eitt slag av fyrigeving, til opinleika og byrjanina til at turka skommina av sær.

Eg taki hesa søguna frá veruleikanum við fyri at vísa á, at øll hava eina søgu. Vit koma øll frá onkrum. Tað er neyvan bara Tove Ditlevsen, sum hevur livað í eini familju við kynsligum brotsverkum. Hon megnaði so heldur ikki lívið. Tað áhugaverda er eisini hvørjum hon kom frá og hvat hon leiddi til. Tí mugu vit altíð hugsa menniskja inn í ein kontekst og arbeiða út frá tí. Manglandi umsorgan var eyðkennið, áðrenn kynsligu brotsverkini komu, er tað eg siti eftir við.

Her er nokk at tríva í; skráin í dag er rúgvismikil og sera áhugaverd.

Eg fari at enda við enn at takka tykkum fyri, at tit áhaldandi virka fyri at hjálpa teimum, sum hava tykkara hjálp og stuðul fyri neyðini. Og ikki minni, er hendan ráðstevnan besta dømið um, at tit fakliga eisini søkja út um landoddarnar og bjóða okkum øllum inn til viðkomandi og neyðuga fakliga áfylling í dag.

Bestu eydnu við ráðstevnuni!

Takk fyri!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo