Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tala hildin av Sjúrði Skaale á tiltaki hjá loysingarfelagsskapinum Norðurting í Norðurlandahúsinum 1. desember.

1814. Napoleonskríggini eru av, og kortini skulu teknast av nýggjum.

Tann danski kongurin Fríðrikur 6. er millum tapararnar, og skal lata Norra, sum hevði verið undir donskum valdi í fleiri 100 ár, til tann svenska kongin.

Menn sita í Kiel og skriva sáttmálan, sum ger, at Norra ikki longur verður danskt, men svenskt.

Men Danmark letur ikki alt tað gamla Norra frá sær. Í sáttmálanum um avhendingina, sum sjálvandi varð skrivaður á Napoleonsa móðurmáli, stendur: “sans Groenland, Islande et les Îles Féroé”. - Uttan Grønland, Ísland og Føroyar.

Lunnar kundu verði lagdir undir eitt komandi norskt, arktiskt stórveldi tann dagin, men tann lítli eykasetningur gjørdi, at so bleiv ikki. Orsøkin var ikki, at danir settu føtur í spenni fyri at varðveita londini í Norðuratlantshavinum.

Orsøkin var – i hvussu er sambært nøkrum søgufrøðingum – at tann svenski kongurin ikki vildi hava tey.

Europa kom jú beint úr teimum útlúgvandi kríggjunum, og logikkurin var púra greiður: Tað, tú ikki kundi verja, misti tú. Politiskt vald var fullkomiliga treytað av hermegi. Kríggj og politikkur var tað sama.

Og svenski kongurin hevði ikki nóg mikið av skipum til at kunna verja trý fjarskotin lond í tí harðbalna Norðuratlantshavinum. Tí segði hann nei takk. Tey trý londini vóru ein byrða, sum hann ikki vildi leggja á sítt fólk.

Kjøt ella frælsi
Okkara øki av heiminum var ein útjaðari – í eygunum á tí svenska konginum.

Men Grønland var ikki ein útjaðari hjá grønlendingum. Grønland var Kallaalit Nunaat – landið hjá menniskjunum. Tað var miðdepilin.

Eins og Ísland var miðdepilin hjá Bjarta í Ljósagerði, høvuðspersóni í megnarverkinum hjá Halldóri Laxnes, Sjálfstætt fólk – sum eitur ‘Undir egið borð’ á føroyskum.

Bjartur er ímyndin, likamliggeringin av tráanini eftir at gerast miðdepil í sínum egna lívi. Hann flytir í ein niðurdotnan garð úti í oyðuni. Materielt er tað øgiliga fátæksligt, kroppsliga er tað hart – men mentalt, hugsjónarliga – vit kunnu kanska siga andaliga – er tað stórt og flott og glæsiligt. Vissi tú altso hevur hugsjónina um sjálvræði í barminum.

Hana hevur kona hansara ikki. Hon gremur seg um, at tey fáa so ringan mat. Tá tey tæntu á tí stóra garðinum, fingu tey kjøt – nú eta tey bara fisk.

Bjartur svarar við einum setningi, sum lýsir kjarnan í dráttinum millum frælsi og materiu: “Ein frælsur maður kann sum einki liva av fiski. Tað er betri at seta føtur undir egið borð enn at eta kjøt.”

Eg haldi at bókin hjá Laxnes kundi verið Bíblian hjá rørsluni, sum skipar fyri hesum tiltakinum. Og hesin setningurin: “Tað er betri at seta føtur undir egið borð enn at eta kjøt” hevði verið eitt nógv flottari slagorð enn Make The North Great Again.

Undir egið borð lýsir konfliktina millum kjøt og anda. Materialismu og hugsjón. Rík og fátæk. Fólkaræði og pengavald. Og bókin er altíð aktuel. Ísland hevur til dømis havt stórar trupulleikar av grommum bankum farnu árini, og vit hava eitt aktuelt mál um møguliga hvítvasking í einum banka í Føroyum. Og hoyr hvat Halldór Laxness skrivaði í 1933: “Trupulleikin er, at fólk heldur náðifavnin hjá bankanum vera samsvarandi tí yndisligu útsjóndini, tryggan og treystan, men veruleikin er helst tann, at tá ið avtornar, er bankin tryggastur hjá teimum ovurmennum, ið hava góða grund til at skylda eina millión og kanska upp í fimm milliónir”.

Heimsveldið skuldi stýrast úr Føroya fjøllum
Fara vit frá Laxnes til Heðin Brú, so var Ketil í Feðgum á ferð sanniliga eisini miðdepil í sínum lívi.

Og hugsið um okkara størsta ævintýrara, Sigert í Kirkjubø! Hann hevði stórar ætlanir um at stovna eitt heimsríki. Og tað skuldi ikki stýrast úr teimum gomlu mentanarlondunum í suðureuropa. Har var for heitt, helt Sigert. Eingin fekk hugsað klárt í so nógvum hita. Nei, heimsríkið skuldi stýrast úr einum stað, har hav og himmal komu saman, har tað var útsýni, og har tað var frískur vindur, sum gjørdi tankarnar klárar. Sjálvandi skuldi heimsríki hava høvuðssæti í teimum føroysku fjøllunum og ikki í heimsins útjaðara niðri í Europa.

Nær fóru vit at síggja okkum sjálv sum ein útjaðara? Tað gjørdu vit, tá vit fóru at síggja okkum við eygunum á øðrum.

Nógvir føroyingar eru stórforbrúkarar av donskum fjølmiðlum. Tað ger, at teir ið hvussu er lutvíst fara at síggja verðina við donskum eygum – og í teimum eygunum eru vit langt burtur. Tað skapar eina skizofreni, har tað fysiska og tað mentala ikki passa saman. Inntil hesi fólk flyta til Danmark. Tá verður samsvar millum tað innara og tað uttara.

Farnu árini er hetta tíbetur broytt, og túsundtals føroyingar eru fluttir úr útjaðaranu í Danmark til sentrum í Føroyum.

Skulu vit yvirliva her á 62 norður, so mugu vit seta okkum sjálv í sentrum. Taka útgangsstøði í okkum sjálvum, definera okkum sjálv og ráða okkum sjálvum.

Men hvat tað merkir og hvussu vit gera tað, kunnu vit sjálvandi vera ósamd um.

Loysing og sjálvræði er hvør sítt
Ovast á heimasíðuni um hesa rørsluna – Norðurting – stendur soleiðis: ”en nomadisk folkeforsamling for Nord, en fest for periferien, en separatistbevegelse for den arktiske kolonien ”

Hesi fólkini definera altso okkum sum eina periferi. Tað haldi eg vera púra skeivt.

Tey siga, vit eru ein koloni. Føroyar hava ongantíð verið ein koloni, og Grønland hevur ikki verið tað síðani 1979.

Og so koma tey úr Norra – also úr okkara periferi – við eini loysingarrørslu og líkasum siga, at tað, loysingin, er tað týdningarmesta politiska málið.

Men skulu vit síggja verðina við útgangsstøði í okkum sjálvum, so má tað vera fólkið í Grønlandi og Føroyum og alla aðrastaðni sum ger av, hvørji politisk mál hava týdning.

Nakrir grønlendingar halda, at loysing frá Danmark er týdningarmeiri enn nakað annað. Tað er vegurin til veruligt sjálvræði, halda teir.

Aðrir grønlendingar halda, at stríðið móti teirri ræðuligi grønlendsku sjálvmorðepidemiini, stríðið fyri betri sosialum korum hjá nógvum børnum, stríðið móti stórum stættarmuni og stríðið fyri einum sterkum og fjølbroyttum vinnulívi hevur nógv størri týdning. Og tað stríðið halda tey vera veruligt sjálvbjargnisstríð. Tey halda enntá, at tosið um loysing er politisk eskapisma. At seta annað til viks og lata loysing fylla politisku dagsskránna, er at lata eyguni aftur fyri veruligu avbjóðingunum. Tað er at svíkja fólkið. Tað er eitt yvirklassa- og elituprosjekt. Og tað skapar ikki veruligt sjálvræði.

Soleiðis kjakast tey – og tað er teirra kjak.

Eisini í Føroyum eru nøkur sum halda loysing vera fremsta politiska málið. Og so eru onnur sum halda, at veruligt sjálvræði fáa vit við at byggja upp eitt samfelag, sum hevur ræði á egnum viðurskiftum, sum er so materielt og mentanarliga ríkt sum gjørligt, so javnt sum gjørligt og so trygt sum gjørligt. Vissi loysing førir okkum nærri tí idealinum, kann loysing vera eitt mál. Um tað er so kunnu vit diskutera. Men loysing er ikki eitt mál í sær sjálvum, og loysing skapar ikki veruligt sjálvræði í sær sjálvum.

Soleiðis kjakast vit – og tað er okkara kjak.

At enda vil eg ynskja Norðurtingið hjartaliga vælkomnum til Føroya. Vit rýmdu úr Norra fyri 1000 árum síðani, og lagnan vildi, at vit blivu formliga skild sundur í 1814.

Nú er okkara upphav komið at vitja okkum, sum ein pápi kemur at vitja sonin, ið er fluttur burtur. Pápin skal vera væl komin. Hann er eisini vælkomin at geva okkum ráð um, hvussu hann heldur, at vit skulu liva, og hvat hann heldur, at vit skulu gera.

Men hann má viðurkenna, at nú eru vit vaksin, nú bestemma vit sjálv, og tað er okkara veruleika, okkara gerandisdegi og okkara dreymum, vit taka útgangsstøði í.

Takk fyri.

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo