Tann 7. august vóru vit í Mykinesi og fylgdu Jógvan Meinhard Johannesen úr kirkjuni til hansara seinasta hvíldarstað í kirkjugarðinum, nærum 87 ára gamal.
Tað er stutt síðan, eg fekk nakað tilknýti til Mykines. Kendi einki til nøkur ættarbond, og hevði heldur ikki nøkur serlig vinabond til nakran har.
Sum sera áhugaður í bakka- og bjargaarbeiði so sá eg sendingar í sjónvarpi og greinar við myndum í bløðum, ið sýndu arbeiðið við at taka súluungar. Hetta kendi eg heldur ikki nakað til, so skuldi eg njóta tað, so mátti eg til Mykinesar.
Eg kendi bert ein mann í Mykinesi, sum eg hitti í kommunuarbeiði í umboðsráðnum hjá SEV ella Kommunufelagnum, og tað var Eddi.
Tí ringdi eg til hansara við ørindum mínum at sleppa við til síging eftir súluungum í Hólminum, men ikki fyri at fáa nakað burtur av veiðini. Tað var gaman í.
Tá ein kemur fremmandur til sovorið stað, so er fyrst at hyggja eftir fólkunum, sum tóku fram amboðini, línuna bergstokkar, pelar og ymisk bond til ymiskar uppgávur.
Eg gjørdist skjótt greiður yvir, at størsti partunin av manningini ikki var úr Mykinesi, tí har vóru so fá fólk eftir.
Ein varnaðist eg kortini, og tað var henda róliga og álitisvekjandi mannin Meinhard. Hann hevði sjálvsagt nógvar royndir at skipa fyri og ansa eftir, at røttu amboðini vóru við.
Farið varð frá húsum um kvøldið, tí ungarnir skuldu takast um dimmi, annars fóru teir á flog, teir vóru jú búnir.
Eitt baks var at ganga niðaná, áðrenn vit fóru oman trappurnar og so víðari oman gjøgnum "Lamban".
Komnir nakað yvirum brúnna varð steðgað. Tá var skýmt nógv. Sambært gomlum siði løgdu menn seg á knæ, ella sótu, og biðin varð ein bøn-fyri sær sjálvum og fyri ferðini-. Ein hátíðarlig løta.
Síðan varð farið niðan á eggina á norðsíðuni á hólminum. Her varnaðist eg, at ikki var sum vanligt, at upsin var við hægsta stað, nei ein skráningur gekk omaneftir, so neyðugt var, at maður sat íbundin niðri á upsini og fylgdi við, tá maður fór útav, ella kom uppaftur, ein sokallaður "upsamaður", og í hesum stað sat Meinhard øll árini, eg var við-eini fíra ella fimm-. Fyriskipari hesi árini var Oskar.
Nógvir vóru til reiðar at sleppa niður á røkurnar saman við teimum royndu, einir fíra í hvørjum stað.
So um eg skuldi sleppa niður, so var at halda seg fram at, standa í røttum stað, tá sigklæðini komu uppaftur, og tað eydnaðist mær. Kendi bert til, at sigmaður var í skølingum, men her varð farið í styvlum, tí á rókini gekk tú upp um øklar í fuglaskræpu. Sigið var ikki so høgt, men bergið var vátt og slavið, ikki gott at ganga.
Gingið varð við lykt, ungarnir skornir á nakka, og í lýsingini kom bátur inn undir, og tá vóru ungarnir kastaðir á sjógv.
Síðsti maður tú sá, tá tú fór útav, var Meinhard, og fyrsti maður tú sá á veg upp aftur, var Meinhard.
Seinni varð línan borin oman á brúnna, har báturin lá undir. Hesin tók so línuna og annað, fyri at lætta um heimgonguna.
Veiðan varð síðan kasta upp á lendingina, og menn fóru til húsa at eta og til okkurt annað gott. Tá leið at miðdegi.
Síðan varð býtt, og hvør fekk sítt.
Men mær dámdi onki, at fólk aðrastaðni høvdu so stóran skund at sleppa av aftur oynni við sínum parti, heldur enn at njóta løtuna saman við oyggjafólkunum til dagin eftir!
Nú situr ongin Meinhard sum upsamaður. Nú eru hansara dagar taldir. Men henda fólkafátæka oyggj hevur tungt við at missa.
Ella sum sagt verður:
"Tá ljós lýsa fá undir lon, sæst væl, tá eitt av teim slóknar"
Friður veri við minnunum yvir Meinhard.
Eyðun Mohr Viderø
08.08.2018
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo