Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Smyril Line: Eystnes og Hvítanes hava verið ein týðandi partur í menningin av farmavirkseminum hjá Smyril Line, síðani tey komu í flotan í 2015, men nú hevur Smyril Line avgjørt at seta skipini til sølu.

Manningarnar, ið til samans telja 36 mans, hava fingið skriv um uppsøgn.

Seinastu árini hava Eystnes og Hvítanes serliga verið nýtt til at røkja pelagiska marknaðin, men tað hevur verið trupult at fingið rakstur í hetta virksemið. Samstundis hevur Smyril Line valt at gevast við at sigla til Russlands, ið var ein umráðandi marknaður.

Eystnes og Hvítanes eru skjótt 45 ára gomul, og orsakað av hesum og marknaðaravbjóðingunum, verður ikki mett, at tað fæst vinna í at endurnýggja skipini.

Smyril Line tekur seg sostatt úr marknaðinum við ‘multi-purpose-skipum’ - í hesum føri, skipum við frystilast til plattagóðs og møguleika at lasta bingjur og treylarar.

Frameftir fer Smyril Line at arbeiða við kjarnuvirkseminum, ið er ferðafólka- og farmaflutningur við ro-ro-skipum, sum eisini er tað skipaslagið, ið Smyril Line hevur gjørt týðandi íløgur í síðstu árini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo