Miðvágs róðrarfelag og Vága kommuna skipa fyri, at OL finalan hjá Sverra Sandberg Nielsen verður víst á stórskíggja í heimbygdini Miðvági í kvøld. Stórskíggi er settur upp á veggin á bygdaskúlanum oman ímóti fótbóltsvøllinum. Tiltakið verður úti og har er stórt og gott pláss.
Skíggin verður tendraður kl. 23.00 og Miðvágs róðrarfelag fer at selja okkurt til matna og at drekka. Hans og Sámal Ravnsfjall fara at spæla nakrar sangir.
Eftir tíðarætlanini verður sjálv finalan kl. 01.45 í nátt. Hetta er frálíkur møguleiki at halda ólavsøku í Miðvági og stuðla Sverra í at fremja stórsta ítróttarbragd í Føroya søgu.
Koyr á Sverri!
Góða ólavsøku
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo