Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ivi er nú sáddur um klassisku fatanina av svanasonginum, deyðssanginum hjá stórbæra fuglinum við víða veingjabreiðinum, men, tá ið róð verður framundir hetta hugtak, svanasongin, rennur mær altíð til hugs sangin hjá Mikkjali á Ryggi - um áttamannafarið. Ongin snekkja í norðurhøvum var yndisliga fagrari enn hon, sum fylgdi føroyingum í túsund ár, og nú bert sæst aftur sum farvegur í avskeplaðum plagiatum í kappróðri á firðum, sundum og vágum. Jørðin og báturin, haðan var gastronomiska undirstøðukervi skipað og mettan fingin til vega, vóru álitini, og so týðandi var útróðurin, at báturin gerst ein livandi vera í sanginum hjá stóra poetinum úr Miðvági: Hann sá teirra gleði, hann sá teirra neyð, hann sá teir sum unglingar spæla, hann sá teir sum menn, tá teir vunnu sær eyð og veldugir land mundu væla.

Eftir at vera borin og fluttur í eini reivlingalyftu – fýra mánaðir gamal – frá túnum sløttum í skiparabýnum Marstal, sjóvegis til Føroya við Tjaldrinum, foreldrini høvdu eitt hjúnalag og eitt skipsføraraprógv í viðførinum heimaftur, vaks eg sum óviti upp úti á tromini í Grógv í Syðrugøtu. Dygst við bakkan. Bara øskudungin var ímillum húsini og brimið. Úr stovuvindeyganum og ígjøgnum gluggan á skrivstovuni hjá abbanum, í handlinum, sást heimsins vakrasta bílæt. Fjallarøðin Ritafjall, Sigatindur, Gøtunestindur og Borðoyarnes og hesumegin Støðla- og Stórafjall. Og Víkin. Og Norðragøta.

Hetta var tíðin áðrenn hvalvágin varð flutt yvir á stóra sandin syðri á – á Víkini, og fyri at grótkastið – brimgarðurin – var lagt at verja fyri havsins øgiligu megi. Eisini áðrenn andskræmiliga grótbrotið og leikvøllin í Sarpigerði. Lítið samband var millum bygdirnar. Familjubond vóru røkt, gamaní, menn gingu ímillum fyri at spæla kort ella at telva, og um veðrið var nóg høgligt, var farið í kirkju, men tað var ikki fyrrenn fótbóltsvøllurin í Sarpigerði varð tikin í brúk, á hvítusunnu í 1965, at fýra bygdir í alt størri mun gjørdust ein bygd. Gøta. 9 ára gamal var eg har, táið tað hendi, hóast mínar merittir sum gøtumaður hava sína meginslóð í seinra helmingi av fimtiárunum og í fyrra helmingi av sekstiárunum. Bygdin doyði og hvarv kortini ongantíð, - helt fram við at vera ein stórur partur av mínum hugauniversi. Kann ætla, at tað er ein orsøkin til, at eg yvirhøvur standi júst her í hesi løtu. Ein onnur orsøk kann nú eisini vera, at langomma mín, Kunoyar Jóhanna, sum seinri giftist við Pól Kristoffuri Poulsen, tænti í Blásastovu á ungum árum.

Skúlabyrjanin – fyrsta frálærandi kálvføðingin – gjørdi góðan mun, soleiðis, at eg síðan, í uppaftur størri mun, havi verið tvungin til at liva við tveimum samleikum. Tað kundi verið ein bági, men tað gjørdist heldur ein tvífaldur vinningur. Kanska meiri enn tað. Apropos skúlin, gamli skúli, frá 1886, so minnist eg enn tann dagin, eg var komin fram í sjálvan endan á føroyska stavraðnum. Ø. Tá helt Helga fyri, at nú skuldi eg skriva heili orð - aftanífrá í AÁB´num. Hvat var tá meiri høgligt enn at skriva Øregaard. Fyrsta orðið eg lærdi at skriva yvirhøvur, og kortini gjørdist eg ikki javnaðarmaður. Tað var nú heldur ikki tað sum kona gitna løgtingsmannin Jákup Frederik ætlaði. Somikið skilagóð var hon – at undirvísing og politikkur komu ikki í trol hjá hesi framúr góðu lærarinnu.

Tað hendi so mangt í heiminum í 1969. Ungdómsbyltingin fór sveipandi sum ein vælbrýndur líggi um allan vesturheimin. Rakti eisini Føroyar. Fyrsti maðurin nakrantíð setti fótin á Mánan, teir tóku lívið av Sharon Tate, Edward Kennedy koyrdi út í Chappaquiddik ánna og Woodstock Festivalurin varð hildin í statinum New York. The Beatles spældu alment fyri seinastu ferð, og kykmyndin Easy Rider - við Dennis Hopper og Peter Fonda í høvuðsleiklutunum – var orsøkin til eitt rættiligt paradigmuskifti hjá okkum ungu. Filmurin gekk í Glyvra Bio, vit hugdu fleiri ferðir eftir honum, og eftir tað var prutlkultururin á Glyvrum ein heilt annar enn áðrenn. Nýggj tíðarrokning – fyri og eftir Easy Rider. Prutlini vórðu útborað og veingjabreiði á rættunum – róðrunum - vóru átøk teimum hjá Dennisi og Peturi – vit gjørdust allir ein partur av Easy Rider kultinum. Villskapurin eskaleraði. Adrenalinið og testosteronið vunnu á vitinum. Fyri eina tíð.

Hetta var eisini árið, táið Led Zeppelin góvu út sína fyrsta LP-plátu. Atlantic Records varpaði hana út á marknaðin hin 12. januar 1969 undir heitinum Led Zeppelin. Robert Plant sang m.a. „Good Times, Bad Times“. Góðar og minni góðar tíðir. Sum gøtumaður gjørdist Plantan ikki drúgv, hann hvarv sum ein hálur állur úr lógvunum og ímillum fingrarnar, og varð harvið ikki líka drúgvur sum føðingardagsbarnið. Gøtu Fornminnisfelag.

Ørminnist bara hesi húsini í grannlagnum hjá kirkjuni, táið vit leitaðu okkum til halgidómin í grannabygdini sunnudagar. Um tey vóru í góðum ella ringum standi, megnaðu míni óvitaeygu ikki at taka dagar ímillum. Seinri vóru ymsar meiningar um, hvørt ein bulldozari skuldi fara eftir teimum - ella tey skuldu varðveitast og fáast í upprunastand aftur. Nógvur roykur kann spyrjast burturúr slíkum málum, svávilroykur um ringast vil til, tí hetta er virðisspurningur við lít, og kann skjótt gerast eitt stríð millum rationalitet og mentanarberandi virðir. Ímillum materiu og anda. Sum sagt verður í Matteusi 6,19: „Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala.“

Býlingurin í grannalagnum hjá kirkjuni var meira andi enn materia, og tíðliga hoyrdi eg um eina konu, rópt Arnleyg. Arnleyg hjá Líggjas bónda. Skilti at hon var pontifex maximus í hesum høpinum, og táið eg varnaðist, at mamma og hon vóru trímenningar, abbi og pápi hennara vóru systkinabørn, var tað ikki so trupult at taka støðu, hóast eg seinri varnaðist, at hon kundi vera stríggin at fáast við, tað var sum at seta undir klett, royndi onkur at flyta hana. Hon helt rimmarfast um sítt, og maðurin, Tummas á Fløtunum, var henni ein dyggur stuðul.

Langt er ímillum hetta slagið á okkara døgum, men mær dámar so væl hesi fólkini, sum ikki víkja fyri diverse avbjóðingum, til tess at røkka settum málum. Stálsett stremba tey fram á leið. Onki bítur á, líkamikið um høg ella lægri sett standa í vegin. Skyldkonan av Húsgarði var ein teirra. Hennara lutur í hesum, sum verður hátíðarhildið í kvøld, kann ikki mátast, tann tummastokkurin er enn ikki uppfunnin. 16. desember í 1969 brast fyri nevi skipanarliga. Gøtu Fornminnisfelag varð stovnað í Losjuni. Kend fólk bjóðaðu til fundar, og neyvan hava tey verið greið yvir hvussu stóra rembing rætta vegin hesin fundurin fór at hava við sær. Eitt paradigmuskifti í Norðragøtu og í øllum landinum. Nógv ferð var á, - riðið varð sama dag sum saðlað varð. Blásastova stóð fyrst fyri – og síðani Glyvrahanusarhús, hoyggjhúsið omanfyri Blásastovu, neystið við kirkjuna - við søguligum árabátum og fiskireiðskapi - og húsini hjá Ísaki.

Í dag eru ognirnar hjá Gøtu Fornminnisfelag at meta sum tjóðararvur. Ein flottur býlingur, sum gevur okkum eina góða mynd av lívinum hjá føroyingum í eldri tíð – úr vøggu í grøv. Veitst tú onki um fortíðina og skilir tú ikki samtíðina – tá fær tú ikki lagt eina skilagóð kós inn í framtíðina. Tit, ongin nevndur ongin gloymdur, sum hava hjúklað um hetta unikka høpið í eina hálva øld, eiga stóra tøkk uppiborna frá okkum øllum. Tjóðini allari.

Sjálvur havi eg verið limur í felagnum ein stóran part av lívinum. Kann ikki minnast heilt, nær ið eg varð immatrikuleraður, men tað vóru tvær konur sum tíðum slerdu uppá tráðin, systrarnar Arnleyg og Óluvá, og helst hevur hin fyrrnevnda slúsað meg til limaskapin fyri nakað nógvum Harrans árum síðani. Minnist meg rætt hendi tað í einum strætisvagni, á veg til Havnar, har eg kom at sita undir liðini á skyldkonuni. Hon helt ein drúgvan og áhugaverdan fyrilestur fyri mær allan hin akaða teinin, og komin í høvuðsborgina, ein góðan klokkutíma seinri, var mín limaskapur sigldur. Árliga uppkravið frá felagnum er eyðkent, talgilda øldin hevur ikki blást alt um koll í Blásastovu, skrivað verður við hond, tú kennir líkasum fløvan úr hondum sum sleptu.

Gøta hevur serstøðu sum bygd/ir í Føroyum. Táið onkur nú ein dagin spurdi, hví so lítið av dokumentatión er um lív og lagnu Grím Kambans, nú funningsfólk eru farin at reiðrast við tankanum um eina standmynd, stóð eg svar skyldugur. Helt kortini fyri, at søgan er sum nútíðarjournalistikkur, bara konfliktirnar í løtuni – ad hoc - hava áhuga – onki annað. Á Tróndar døgum bardust menn um vald og andlig virðir - og skriðin hjá søgumonnum hevur verið tilsvarandi. Tað gekk ikki stillisliga fyri seg – tí fekk bygdin Gøta eina heilt serliga plasering í søgu okkara. Hetta liggur støðugt undir húðini á okkum, sum onkursvegna eiga eina flís av hesum samleika.

Skálvíkingurin Kristian Osvald Viderø helt fyri, at tað hevur ikki verið av tilvild, at bygdin fekk hetta einskilda navn – Gøta. Gamli Tróndur sá, at her lá góður vegur bæði suður eftir og norður eftir, suður gjøgnum Skálafjørðin á skipum, sum høvdu góða høvn á Skipanesi, og norður eftir, norður gjøgnum hin fagra dal alt til Fuglafjarðar til hinnar góðu skipahavnar, fram hjá teim fagra fjallagarði til vinstru handar, og til høgru handar hitt fagrasta útsýni yvir á Norðuroyggjarnar og norður í hitt takmarkaleysa hav. Her var høgt til loft og vítt til veggja og sum tikið verður til, haðan kom hugsjón og „gata“ hans. Tað hevur verið ró yvir honum og innsýni. Hann var líkur kennimanni. Hann situr og grundar og yrkir sálmin, snøggaður av Mikkjali á Ryggi, ið vit nú kenna sum:

Givnir eru einglar góðir,
ganga ei eg eina má,
ferðum mínum fylgja fróir
fagrir einglar Guði frá;
biði bøn eg, fyri Krist
bera mína bøn teir vist;
syngi sálm eg Guð at æra,
sær hann til mín lut at varða.


Í 2008 varð standmynd sett Tróndi í Gøtu til heiðurs og minningar í sama grannalagi. Hevði tann stóra heiður, at hava ein lítlan fingur við í spælinum sum limur í fyrireikingarbólkinum. Nú hevur tað verið kjakað nógv um hesa standmyndina, um Tróndur heldur skuldi staðið enn ligið, men nú var eg tann fyrsti sum sá upprunauppskotið, á einum papparki, sum myndahøggarin Hans Pauli Olsen eftir umbøn vísti mær á skrivstovu mínari á Christiansborg fyrst í hesari øldini. Var tá fólkatingsmaður. Mær dámdi hugskotið, og tað gjørdu hinir í bólkinum eisini. Vit mega ikki gloyma, at hetta er eitt listarverk, samstundis sum tað er ein standmynd, til minnis um ein av teimum heilt stóru figurunum í søgu okkara.

Nú nærkast til kommunuval – seinastu fíggjarætlaninar fyri verandi valskeið eru avráddar og virkað verður samsvarandi teimum, men líkamikið hvør ið ræður fyri borgum í grannakommununum báðum frá byrjan í 2021, so váði eg mær at koma við hugskotinum, at Gøtu Fornminnisfelag, Eysturkommuna og Runavíkar kommuna fara undir at fáa Tróndarneyst á Skipanesi upp aftur at standa í næstum. Matrikkulin liggur í Runavíkar kommunu og Gøtu Fornminnisfelag eigur hann (matr. no. 5, Søldfjarða bygd.) Hetta hevði verið eitt hóskandi appendix til býlingin í Norðragøtu og slóðina hjá Tróndi á Skálafjørðinum, tí sum Viderø tók til í fyrru syftuni: „........suður gjøgnum Skálafjørðin á skipum, sum høvdu góða høvn á Skipanesi.“ Vit vita, at Tróndur brúkti Skálafjørðin sum støð á maritima mótinum, og nærum túsund ár seinri fylgdu bretar og teir sameindu - undir seinru stríðsárunum - honum eftir, táið teir brúktu grannan hjá Gøtuvík, fyri vestan, sum støð, har teir brynjaðu seg til avgerandi sjóbardagar andvegis týskinum í Norðurhøvum. Tað vignaðist.

Robert Plant hevur sungið sín svanasong sum gøtumaður. Vit vóru mong sum bíðaðu í spenningi, fagnaðu avgerð hansara um at standa niðast í amfiteatrinum í Syðrugøtu, á sandinum, í summar, har eg í óvitaárum brúkti ótaldar tímar, til at renna eftir og undan aldunum frá briminum. Ístaðin fyri dunið frá briminum skuldu vit nú hoyra røddina á einum av heimsins bestu rock-sangarum nakrantíð. Manninum sum í tannárunum fekk heiðurin at prýða bróstið yvir bólinum á einari av nógvum plakatum. Røddin er ikki broytt, men nú stendur hann eftir sum ein gemenur og primitivur kulturimperialistur, sum í sínum ørandi subjektiviteti ætlar at trýsta gamla føroyska siðvenju til viks. Foykja tað burtur - grindadrápið. Avboð av hesum slagnum gráta Tróndarsynir ikki um, og vónandi fara hvørki popparar ella útlendskir ríkbeklar at syfta okkum burtur frá egnum arvi – egnari siðvenju, sum gongur hundraðir og aftur hundraðir ár aftur í tíð.

Býlingurin, sum Gøtu Fornminnisfelag so fyrimyndarliga, við áhaldandi og støðugum virkni, hevur fingið upp at standa, - er í dag eitt nationalt klenodie. Allir føroyingar kunnu rætta ryggin og bretta bringuna fram av tykkara fenomenala verki. Ein forn- og fólkalívsfrøðilig oasa, sum einaferð sang svanasong sín, sum tíbetur var typtur í tøkum tíma.

Søguliga tærið vann tíbetur á laissez-faire hugburðinum, sum Tórgarð prestur lýsir so væl í hesum brotinum: Koyr alt tað gamla vekk, gev okkum Skipper Skræk, Uge-revyen, Familie-journalen, Tempo og Skipper Skræk.

Í sanginum um áttamannafarið tekur Mikkjal á Ryggi m.a. soleiðis til: „Teir vunnu sær gull, og teir vunnu sær fæ, men lítið av fedranna anda. Nú skimast hann um seg og undrast á tað, at stirvnan teir lata hann standa.“ Í gitna sanginum hjá Hans Andriasi Djurhuus, Deyðastund Tróndar, ljóðar eina ørindi soleiðis:

Bar eg enn mín brynjuserk,
var eg bara ungur. –
Oytt er mítt og ættar verk,
tí er hugur tungur. –
Deyður Sjúrður Tollaksson,
deyðir skeggjar oyggja. –
Skuggavald í Tróndar lon. –
„Nú er stund at doyggja.“


At tað eydnaðist Gøtu Fornminnisfelag at hevja seg sum fuglurin Fønix og fáa reist stásiligar søguligar bygningar, úr meiri at kalla ruinum, sum nú eru heimsgitnir stásiligir varðar, - tað tænir tykkum til miklan heiður. Takk fyri heiðurin at røða fyri tykkum.

Hendan er søgan um ein svanasong, sum í staðin gjørdist eitt momentum opus í Føroyum. Avrikini hjá Gøtu Fornminnisfelag.

ES: Gestarøða, nú tað í veitslulagi leygarkvøldið varð hátíðarhildið, at Gøtu Fornminnisfelag er farið um ta fyrstu hálvu øldina. Undir hátíðarhaldnum fekk Óli Zachariassen, norðragøtumaður og fyrrverandi skipasmiðjustjóri, ta sjálvsøgdu virðing, at hann gjørdist heiðurslimur í felagnum. Hann hevur, saman við mongum øðrum, uppi á døgum og farin, lagt nógva orku í ósjálvsøkna virksemi felagsins.

tórbjørn jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo