Flogbóltssamband Føroya: Fyrrverandi liðfelagarnir hjá føroysku meistarunum hjá kvinnum, Fleyr, og liðfelagarnir á føroyska flogbóltskvinnulandsliðnum hittust í dag í Ikast, men hesuferð hvør síni megin netið.
Ikast KFUM tók ímóti meistarunum úr Brøndby í Ikast í dag. Á liðnum hjá Brøndby spælir Súsanna Sólrunardóttir Ludvig miðja og á liðnum hjá Ikast spælir Hanna Iansdóttir Biskupstø hevari.
Undan dystinum lá Ikast nr. 5 og Brøndby nr. 6 í donsku elitudeildini fyri kvinnur, men aftaná dystin skiftu liðini pláss, tí Brøndby við Súsannu vann ein tepran 3-2 sigur á Ikast við Hannu.
Brøndby kom á odda 2-0 í settum, áðrenn Ikast svaraði aftur og vann 3. og 4. settið. Brøndby vann so javnbrótaran og dystin.
Talan var sum tættan dyst við settúrslitunum: 27-29, 13-25, 25-17, 26-19 og 13-15.
Hanna spældi enn ein sera góðan dyst sum hevari fyri Ikast.
Í allari donsku kappingini liggur Súsanna annars sum 3. besti servari við 11 servess'um.
Bæði Hanna og Súsanna spæla aftur 26. november. Hanna og Ikast ímóti DHV Odense, og Súsanna og Brøndby ímóti Lyngby-Gladsaxe volley
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo