Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Sandoyggin: Tónaskaldið Sunleif Rasmussen varð seinasta leygarkvøld heiðraður av Lions-felagnum í Sandoynni, sum hevði valt hann til “Ársins sandoying.” Rørdur og takksamur tók Sunleif ímóti heiðursbrævinum, sum hevur henda tekstin:

“Sunleif Rasmussen er sandingur, men eisini heimsborgari. Í 2002 vann hann Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri fyrstu symfoni sína, Oceanic Days, og helst er hetta størsta bragd í føroyskari tónleikasøgu.

Men tað hevur kravt dirvi og áræði at koma so langt, tí tónleikurin hjá Sunleifi er ikki altíð lættur at skilja, og tessvegna hevur hann mangan verið misskiltur. Vit kunnu í dag tó staðfesta, at Sunleif er viðurkendur víða, bæði í Føroyum og uttanlands, og í 2011 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.

Sunleif Rasmussen er ein slóðari í føroyskum tónleiki, og hetta er grundfest í serligum persónligum tónleikagávum, virkisfýsni, nýhugsan, vilja og áhaldni at skapa dygdargóðan tónleik.

Sunleif Rasmussen verður heiðraður fyri virki sítt, tónleikinum í Føroyum at frama!”

Lions Club Tindur er rættiliga nýtt felag, og er hetta fyrsta ferðin, felagið útnevnir “ársins sandoying.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo