Í kvøld verður upphiting til Summar Festivalin við konsert á vágni. Hetta var roynt fyrstu ferð í fjør og riggaði sera væl.
Í ár fer songkvinnan úr Mikladali, Ingibjørg Hansen, at syngja, og hon hevur tónleikararnar Pætur við Keldu og Ólav Jakobsen afturat sær.
Konsertin verður umborð á báti, sum fer at liggja innast á vágni.
Konsertin byrjar mikukvøldið kl 21:00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo