Grunnurin SF Music, sum skipar fyri Summar Festivalinum í Klaksvík, hevði 290.000 krónur í avlopi í fjør.
Tað, sum eftir var av avlopinum, tá ið skattur var goldin, er latið verkætlanini at byggja nýtt mentanarhús í Klaksvík.
Posthúsið í Klaksvík og økið rundan um skal gerast til stásiligt Mentanarhús. Økið liggur beint við Vágsbø, har stóru konsertirnar á Summar Festivalinum verða hildnar. Fyri kortum fall avgerðin í arkitektakappingini at tekna nýggja mentanarhúsið, og vinnari gjørdist Ósbjørn Jacobsen Arkitektar. Nýggja mentanarhúsið skal standa liðugt í 2019/20.
- Vit eru fegin um, at vit við størsta mentanartiltakinum í býnum kunnu stuðla upp undir ætlanina at gera nýggja mentanarhúsið í býnum, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.
Avgjørt er, at eisini møguligt avlop av Summar Festivalinum í ár, verður latið nýggja mentanarhúsinum og Atlantis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo